Spurtaðu stóran part av teininum

Klaksvíksdreingir kendu seg noyddar at seta føtur í bekk, tá Blikur av Argjum hevði hug at arga teir

5?MANNAFØR DREINGIR

Klaksvíkingar royna at spenna seg út í kappróðri. Í fjør tóktist tað eitt sindur tunnligt á mannfólkasíðuni. Men dreingirnir á Fípuni Føgru tóku seg alt longri fram, og úrslitið á norðoyarstevnuni hesa ferð boðar frá, at teir ungu rættuliga hava fingið um endan.
Fyri fyrstu ferð í mong ár komu dreingirnir í Fípuni Føgru fyrstir á mál. Men teir høvdu ikki tann besta startspurtin.
?Vit fóru rættuliga skjótt eitt sindur afturum Blik av Argjum. Tí spurtaðu vit eitt sindur longur, enn hinir gjørdu, og tá vunnu vit tað aftur, sum vit høvdu mist. Tá vit so at siga komu afturíaftur, og vit vistu, at vit vóru fremstir, kendist tað eitt sindur lættari, og tað kendist, sum um vit høvdu fingið eyka orku. Vit fóru fyrri enn hinir undir endaspurtin. Tað ráddi um at halda okkum frammanfyri hinar, og tíbetur eydnaðist tað. Men eg haldi ikki, at vit vóru nakað serligt frammanfyri hinar, tá vit fóru undir endaspurtin.
Tað er John Mortensen, sum vit hava á tráðnum. Hann situr á lærinum í bakborði umborð á Fípuni Føgru, og hann er sjálvandi sera væl nøgdur við, at tað eydnaðist teimum at vinna í heimasjógvi. Fimm av teimum, sum nú eru umborð á Fípuni Føgru, vóru eisini við í fjør, tá báturin var spildurnýggjur. Teir báðir á toftini eru komnir umborð í ár. Yngsti drongurin gongur í 9. flokki. Hinir eru í 10., og onkur er farin úr skúlanum.
Martin Venned er venjari hjá øllum manningunum í Klaksvík, og í hvussu so er hjá dreingjunum tykist tað hava hilnast rættuliga væl:
-Vit hava eina ætlan frá Martini at venja eftir. Hann plagar at vera umborð hjá okkum eina ferð um vikuna. Vit halda, at vit hava fingið nógv burturúr at hava vant og venja undir hansara leiðslu, heldur John Mortensen.

Aftur á jørðina
Mánakvøldið vóru teir umborð á Fípuni Føgru í bátinum aftur. Nú ræður tað um kappingina á Skálafjørðinum annan leygardag. Tá skulu teir hava Tjaldrið undir aðrari liðini, meðan Blikur verður í hinum borðinum. Munurin frá Fípuni og aftur til Tjaldrið var leygardagin ein bátslongd. Frá Tjaldrinum og aftur til Blik var ein knøpp bátslongd, og so var Sílið aftur eina lítla bátslongd aftanfyri Blik.
Tjaldrið hevur verið FM vinnari tvey tey seinastu árini. Hesa ferð høvdu teir trupulleikar við startinum. Teir duttu eitt sindur burturímillum, men teir komu seg skjótt aftur. Teir vunnu silvur, men tað er neyvan nóg mikið hjá teimum, sum eru vanir at vinna gull.
-Tað verður ein stór og spennandi avbjóðing at kappast við Tjaldrið og hinar bátarnar. Vit gleðast um, at tað eydnaðist at vinna á norðoyarstevnu, men samstundis royna vit at koma aftur á jørðina. Umstøðurnar leygardagin vóru serligar. Vit vistu, at okkara bátur gekk væl ímóti vindinum, tá vit bekkaðu. Tí gjørdu vit tað. Á Skálafjarðarstevnuni verða umstøðurnar vónandi hópin frægari, enn tær vóru á norðoyarstevnu. Tí mugu vit leggja nýggjan taktikk. Hóast vit vunnu hesa ferð, so haldi eg ikki, at vit eru størri favorittar næstu ferð enn teir, sum hava vunnið so nógv og so ofta, heldur bátsformaðurin á Fípuni Føgru, John Mortensen.