Spyr løgmann um ríkisrættarligu støðuna

Tingkvinna vil vita, hvussu tað gongur hjá løgmanni við arbeiðinum viðvíkjandi ríkisrættarligu støðu Føroya

Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur sett Akseli V. Johannesen, løgmanni, ein grein 52a fyrispurning um ríkisrættligu støðu Føroya. Hon spyr, tí at løgmaður áður hevur kallað allar flokkar saman at umrøða spurningin.

Løgmaður hevur tikið málð upp, eftir at nýggir tónar eru at hoyra úr Danmark, har Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, fleirir ferðir hevur nevnt, at hon kundi hugsað sær ríkisfelagsskapin øðrvísi, har talan var um stamstarv millum trý sjálvstøðug lond í ríkjafelagsskapi.

Ítøkilig hevur nevnt »trý lond, trý mál og tríggjar tjóðir«.

Spurningurin frá Anniku Olsen til løgmann er soljóðandi:

1.    Hvussu gongur við arbeiðinum viðvíkjandi ríkisrættarligu støðu Føroya?

2.    Væntar løgmaður, at ein niðurstøða fæst áðrenn ríkisfundin, sum verður í summar?

– Tað vóru góð tíðindi, tá løgmaður kallaði allar flokkar inn til fundar at viðgera ríkisrættarligu støðu Føroya fyrr í ár. Forfólk í teimum føroysku flokkunum vóru alment frammi um, at nú mátti okkurt gerast, tí støðan serliga á uttanríkispolitiska økinum als ikki var nøktandi. Eykasending var í Kringvarpi Føroya um málið, og stevið og viljin til at finna eina semju um at víðka heimildirnar hjá Føroyum og at skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land, tóktust ongantíð at vera nærri enn tað sama,s sigur Annika Olsen í viðmerking til fyrispurningin.

– Tað skuldi arbeiðast hart og skjótt, tí ætlanin var at leggja eina niðurstøðu fram á ríkisfundinum, sum verður í summar. Men síðan hevur ikki nógv verið at frætta alment um hetta málið, og tí verða hesir spurningar settir løgmanni, sigur Annika Olsen.