Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, er í New York á ST-viku, og her hevur hann í kvøld hildið røðu á ST-aðalfundinum.
Í røðu síni heitti hann á heimsleiðarar um at halda fram við hjálpini til Ukraina, soleiðis at landið kann verja seg móti Vladimir Putin og Russlandi.
- Í Ukraina gera vit tað, vit kunnu fyri, at tað eftir hetta kríggið ikki verður nakað land, sum vil leypa á eitt annað land.
Hann ávaraði ST-limalond um at gera nakrar avtalur við Russland um loysn á krígnum í Ukraina.
Volodymyr Zelenskyj kom eisini við einum priki til russiska forsetan, sum nógv halda beindi fyri fyrrverandi Wagner-leiðaranum, Jevgenij Prigozjin.
Hann segði seg vera greiðan yvir, at russar í krókunum royna at fáa í lag "skitnar" avtalur um Ukraina.
- Men, tú kanst ikki hava álit á óndskapi. Spyrjið Prigozjin, um tað loysir seg at hava álit á lyftunum hjá Vladimir Putin, segði Volodymyr Zelenskyj.