Tað er Steffan Klein Poulsen, sum hevur set Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein grein 52a spurning um málið. Hann spyr soleiðis:
1. Metir landsstýriskvinnan, at tað er skilagott, at børn og ung drekka orkudrykkir?
2. Ætlar landsstýriskvinnan at gera nakað fyri at verja børn og ung ímóti orkudrykkjum?
3. Hvat heldur landsstýriskvinnan um at seta forboð fyri sølu av orkudrykkjum til børn og ung undir 18 ár?
4. Hvat heldur landsstýriskvinnan um at seta forboð fyri sølu av orkudrykkjum til børn og ung undir 16 ár?
Í viðmerkingum til spurningin vísir Steffan Klein Poulsen á, at orkudrykkir eru komnir í andglettin í fleiri londum í Evropa. Pólland, Estland, Rumenia, Litava og Lettland eru nøkur lond, sum hava bannað orkudrykkjum til børn undir 18 ár.
– Í mai mánaði í ár viðtók Noreg, at børn undir 16 ár ikki skulu kunna keypa orkudrykkir. Stóra Bretland og Ungarn arbeiða eisini við hesum málinum.
– Nøkur av hjáárinunum av at drekka ov nógvar orkudrykkir eru høvuðpína, magapína, hjartabankan, ringur svøvnur, ekki og stress. Orsøkin er stóra innihaldið av koffein í orkudrykkjunum samanborið við vanliga sodavatn. Kroppurin hjá einum barni er væl minni enn hjá einum vaksnum og tolir tí ikki líka stórar mongdir av koffein, sigur løgtingsmaðurin.
Hann vísir eisini á, at eitt nú danski læknin Thomas Krusenstjerna-Hafstrøm, sum arbeiðir á Aarhus Universitetshospitals børne- og ungeafdeling, skilir ikki, at danir ikki hava gjørt nakað við hendan trupulleikan.
– Hann vísur á, at vit ikki kenna langtíðar hjáárini av at drekka nógvar orkudrykkir (inntaka nógv koffein) í meðan ein stendur í vøkstri, sigur Steffan Klein Poulsen, sum leggur afturat, at fyrispurningurin verður settur fyri at vita, um landsstýriskvinnan ætlar at gera nakað við hetta málið í Føroyum.