Tað er ein tungur burður hjá ting- og landsstýrisfólki at halda lyftið um at gera tað ókeypis at koyra ígjøgnum Vága- og Norðoyatunnilin. Hóast politikarar, sum hava lovað at taka av tunnilsgjøldini sita við landsins leiðslu, so verður tað ikki gjørt.
Jørgen Niclasen hevur fleiri ferðir lovað tað, eins og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur eisini hevur lovað tað. Sjálvt um bæði sótu í landsstýrinum til fyri fáum mánaðum síðani, tá tey løgdu frá sær, so fingu tey ikki innfríað tað lyftið.
Men nú spyr fyrrverandi landsstýriskonan nýggja fíggjarmálaráðharran hjá Fólkaflokkinum sama um sama mál, sum hon og Jørgen Niclasen lovaðu at loysa, men ikki loystu:
– Er ætlanin at avtaka gjøldini í Norðoya- og Vágatunlinum og nær?
Og hon leggur afturat, um svarið er ja:
– Hvussu ætlar landstýrismaðurin so at tryggja sær, at standardurin í tunlunum ikki fellur?
Talan er um ein grein 52 spurning, sum landsstýrismaðurin hevur tveir mánaðir at svara uppá.
Í viðmerkingum til spurningin sigur fyrrverandi landsstýriskvinnan soleiðis:
Tá uppskotið um Norðoyatunnilin bleiv lagt fram, var ferjusambandið um Leirviksfjørð komið á eitt vegamót. Ferjurnar og ferjulegurnar vóru ótíðarhóskandi og útslitnar, og stórar íløgur skuldu gerast, um haldast skuldi fram við ferjusambandinum. Upphæddir sum minst 400 mió. kr. vórðu nevndar.
Heldur enn at brúka minst 400 mió. kr. til ferjur og ferjulegur varð samtykt at seta 235 mió. kr. í Norðoyatunnilin. Restina, uml. 170 mió. kr., skuldi brúkarin rinda umframt raksturin av tunlinum.
Norðoyatunnilin kann sostatt sigast at vera ein tann besti handilin, sum landskassin nakrantíð hevur gjørt, um hugsað verður um alternativið. Tunnilin spardi landskassanum ein meirkostnað upp á uml. 170 mió. kr. umframt raksturin av tunlinum. Hann hevur soleiðis onki kostað landskassanum, men tvørturímóti spart landskassanum hundraðtals milliónir.
Nevnast kann eisini, at nýggju tunlarnir Norður um Fjall væntandi koma at kosta 522 mió. kr., og at har verður ókeypis at koyra.
Avtalan var, at tá brúkarin av Norðoyatunlinum hevði goldið tær uml. 170 mió. kr., skuldi tunnilin verða ókeypis at koyra ígjøgnum og gerast partur av øllum landsvegakervinum. Um ikki landsins ovasti myndugleiki virðir hesa avtalu, svarar tað til at áleggja brúkaranum at gjalda út í tað óendaliga fyri nakað, sum longu er goldið.