Ísrael gevur Assad skyldina

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, fordømdi í dag hópdrápini í Sýrialandi, sum hann segði stjórnina í Damaskus hava ábyrgdina av. Netanyahu segði, at Iran og felagsskapurin Hizbollah hjálpa sýrisku stjórnini við at beina fyri sakleysum sivilfólki.

-Vit síggja, hvat hendir í Sýrialandi, har sakleys fólk, bæði børn og gomul, verða tikin av døgum, segði ísraelski forsætisráðharrin (myndin) í Jerusalem í dag.

Ísraelski forsetin, Shimon Peres, hevur biðið altjóða samfelagið taka stig til at steðga blóðbaðnum í Sýrialandi. Peres sigur, at tiltøkini, sum altjóða samfrelagið higartil hevur sett í verk, gera ov lítlan mun.

ST kunnger í dag, at meiri enn 14.000 fólk hava latið lív í Sýrialandi, síðani uppreisturin ímóti Assad-stýrinum byrjaði.