Ísrael steðgar gjaldi til UNESCO

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, kunngjørdi í dag, at Ísrael steðgar sínum gjaldi til ST-stovnin UNESCO. Avgerðin er ein beinleiðis avleiðing av, at aðalfundurin hjá UNESCO hevur góðtikið Palestina sum lim á jøvnum føti við onnur lond.

Netanyahu segði, at pengarnir, sum Ísrael eigur at rinda UNESCO, verða kortini brúktir til sama endamál. Talan er um góðar 10 milliónir krónur.

Mánadagin samtykti aðalfundurin hjá UNESCO at viðurkenna Palestina sum lim javnbjóðis øðrum limalondum. Avgerðin bar í sær, at nøkur lond, teirra millum USA, hava steðgað sínum gjaldi til stovnin.