Tað var á einum fundi við amerikanskar jødar, sum vóru á vitjan í Ísrael, at Ariel Sharon, forsætisráðharri gjørdi greitt, at hann kann ikki góðtaka ta nýggju amerikansku friðarætlanina. Sambært forsætisráðharranum áleggur friðarætlanin Ísrael at fylgja einari diplomatiskari leið fram ímóti varandi friði, meðan palestinar ikki fáa somu boð.
-Tað kann vera vandamikið fyri land okkara at játta at fylgja einari tíðarætlan, sum bara verður áløgd okkum, segði Sharon á fundinum sambært blaðnum Haaretz.
Uppskotið, sum Bush forseti legði fyri Sharon í síðstu viku, er grundað á eina semju millum ta sonevndu Miðeysturkvartettina, sum ST, ES, USA og Russland manna. Sambært uppskotinum skulu ísraelsmenn taka seg aftur úr teimum palestinsku sjálvsstýrisøkjunum, og allir ólógligir búreisingar skulu flytast burtur. Sambært haaretz hava bæði politiskir og hernaðarligir leiðarar í Ísrael mælt stjórnini frá at góðtaka uppskotið.
Uppskotið hjá Miðeysturkvartettini mælir eisini til umfatandi nýskipanir innan teir palestinsku sjálvsstýrismyndugleikarnar, og at tað komandi palestinska ríkið skal hava eitt fyribilsmark innan árslok næsta ár.
Serligi amerikanski miðeystursendimaðurin, William Burns, kom til Ísraels í gjár, har hann skuldi tosa við Ariel Sharon, forsætisráðharra, Shimon Peres, uttanríkisráðharra og Benyamin Ben-Eliezer, verjumálaráðharra um tað seinasta friðaruppskotið. Eftir at hava hitt teir tríggjar skal William Burns hitta palestinska leiðaran, Yasser Arafat.
Ariel Sharon, forsætisráðharri hevur fyrr bent á, at hann var ikki serliga fegin um tað seinasta friðaruppskotið. Sunnudagin segði hann, at hann var til reiðar at lesa tað ígjøgnum, men meiri vildi hann ikki siga. Nú hevur hann so víst tí frá sær.
Sambært Haaretz skal forsætisráðharrin hava sagt, at júst nú hevur tað størri týdning at fáa enda á palestinska yvirganginum enn at tosa um frið.