Ísraelski sendiharri: Føroyingar skilja okkara støðu

Ísrael er offur fyri arabiskum ágangi, og tað ber ikki til at fáa frið í lag í Miðeystri, fyrr enn hesin ágangur steðgar, sigur Yitzhak Eldan, sum heldur, at føroyingar skilja væl ísraelsku støðuna

 

Um vikuskiftið vitjaði ísraelskur sendiharri í Føroyum, og hann hevði sína greiðu fatan av støðuni í Miðeystri, har ófriðurin hevur verið umfatandi seinastu nógvu mánaðirnar.

Yitzhak Eldan, sum hevur verið sendiharri í Danmark síðani 1999, var fyri fyrstu ferð í Føroyum um vikuskiftið, og hann heldur, at føroyingar skilja væl ísraelsku støðuna. ? Føroyingar hava verið sera fyrikomandi mótvegis mær. Eg havi kent vinarlag og opinleika frá føroyingum, og eg haldi eisini, at føroyingar skilja støðuna hjá Ísrael, sigur Yitzhak Eldan.

? Ísrael er offur fyri arabiskum ágangi, og tað ber ikki til at fáa frið í lag í Miðeystri, fyrr enn hesin ágangur steðgar. Álopini móti Ísrael mugu steðga, tí annars ber ikki til at samráðast um frið, sigur hann.

Ísraelski sendiharrin heldur tó, at fyri fyrstu ferð í langa tíð er í løtuni ein vón fyri at fáa frið í lag aftur í Miðeystri.


Fer úr Keypmannahavn

Yitzhak Eldan varð boðin til Føroya av felagnum Vinir Ísraels, og hann tók av hesi innbjóðing, nú tað bara eru tveir mánaðir til hann fer úr Keypmannahavn og fer í nýtt starv í Paris.

Yitzhak Eldan hevur verið útsendur av ísraelsku stjórnini í fleiri londum, men síðani 1999 hevur hann verið sendiharri í Keypmannahavn.

Síðani 1995 hevur hann verið leiðari fyri deildini, sum tekur sær av upplæringini av sendiharrum hjá Ísrael, og hann hevur eisini skrivað bøkur um hetta.

Eldan var føddur í Marokko í 1942, men flutti sum 13 ára gamal til Ísrael. Hann hevur lisið søgu og politikk, og hann hevur eisini útbúgving í samskifti við universitetið í Paris, hagar hann í juli mánaði fer at starvast sum sendiharri í UNESCO og Europaráðnum.


Hitti løgmann

Á ferðini í Føroyum hitti Eldan Anfinn Kallsberg, løgmann, og hesin fundin letur Eldan væl at.

? Vit tosaðu um, hvussu vit kunnu økja samstarvið millum Føroyar og Ísrael, og eg greiddi honum eisini frá politisku støðuni í Ísrael.

Bjarni Djurholm var fyri kortum í Ísrael, og Eldan hitti eisini landsstýrismannin í vinnumálum á ferðini í Føroyum.

Aðrir politikarar fingu eisini høvi at hitta ísraelska sendiharran. Borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen, var ein teirra, og umboð fyri Tvøroyri og Skopun, sum hava vinarbýir í Ísrael, hittu eisini Eldan.

Leygarkvøldið helt Yitzhak Eldan fyrilestur í føroyska-ísraelska vinafelagnum um støðuna hjá Ísrael.


Einvegis kritikkur

Danski uttanríkisráðharrin, Mogens Lykketoft, fanst fyri stuttum harðliga at Ísrael, sum hevði framt hernaðarlig álop. Hetta dámdi ikki Yitzhak Eldan.

? Vit tola væl at fáa kritikk, men tá hesin kritikkur er so einsíðis og órættvísur sum hjá Lykketoft, so mugu vit tala at, sigur Eldan. Og tað gjørdi hann eisini í donskum fjølmiðlum. Síðani hevur danski statsministarin eisini funnist at ísraelsmonnnum.

? Nyrup fanst at einum ísraelskum álop, sum hevði til endamáls at staðfesta mótvegis arabarum, at vit góðtaka ikki støðugu álopini á Ísrael, men Nyrup fanst bara at Ísrael. Hetta gjørdi hann, hóast Ísrael í heilum verður álopið, sigur Eldan.

Yitzhak Eldan fór mánadagin aftur til Danmarkar eftir nakrar dagar í Føroyum, og hann var væl nøgdur við ferðina.

? Tit hava eitt sera vakurt land, og fólkið er sera vinarligt. Hetta er ein ferð, sum fer at verða sera minningarrík fyri meg, sigur Eldan.