Ísraelsvitjan

Vinafelagið Føroyar - Ísrael fær nú áhugaverda vitjan út Ísrael. Tað er leiðarin í Skandinavisku Sjómanskirkjuni í Haifa, Gro Wenske, sum kemur til Føroya at greiða frá um støðuna í landinum beint nú.

Vitjan

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Gro Wenske er norsk og hevur búð í Ísrael í skjótt 45 ár. Hon er prestlærd og hevur altíð havt stóran kærleika fyri Ísrael og fólkinum har. Hon ferðast javnan í ymiskum londum at hava fyrilestrar um støðuna í Ísrael og í Miðeystri sum heild.


Gro Wenske er blaðstjóri á "Israels Røst" hvørs endamál er at greiða frá andaliga bardaganum sum er í Ísrael. Tað er serliga jødarnir sum búgva í Samaria sum líða nógv og hava tað trupult. Gro kemur hesaferð eisini at greiða frá um fornfrøðina, sum nú hevur prógvað at jødarnir vóru í Egytalandi. "Nútíðar" fornfrøðin hevur altíð tvíhildið um, at alt áðrenn Dávid kong var bara søgn. Gro fer eisini at greiða frá um kríggið í Gaza og tað sum at enda fekk Ísrael at brúka vápnamegi.


Gro Wenske fer at hava hesar fyrilestrar í Missiónshúsinum á Glyvrum hóskvøldið 27. august klokkan 20. Í missiónshúsinum Libanon í Sørvági fríggjakvøldið 28. august klokkan 20. Leygardagin 29. august klokkan 11 verður skeið fyri ungdómsleiðarar í Vága kunningarstovu í Miðvági. Leygarkvøldið 29. august klokkan 20 verður fyrilestur í Klaksvík. Sunnudagin 30. august í Filadelfia á Landavegnum í Tórshavn klokkan 11 og sunnukvøldið klokkan 20 verður fundur í Skúlanum á Trøðni, Frælsið 32, í Havn. Mánakvøldið 31. august klokkan 19 í Samljóð í Skopun. Týskvøldið 1. september verður mansmøti í Bø og mikukvøldið 2. september klokkan 20.00 verður fyrilestur í Filadelfia í Gøtu.