Suðurkoreanska Ssangyong bilverksmiðan er nú til sølu. Tað sær út til, at fleiri keyparar eru áhugaðir. SAIC Motors, sum er størsti bilframleiðari í Kina, keyptu fyri nøkrum árum síðan meirilutan í Ssangyong.
Ssangyong bilarnir hava verið nógv seldir í Føroyum. Í samrøðu í sendingini Bilradio á Rás2, siga Heidi og Hans Jacob Kollsker frá um søguna hjá Sangyong.
Fleiri keyparar eru áhugaðir í at keypa Ssangyong, m.a. Mahindra & Mahindra í India og eitt samtak av Renault-Samsung í Suðurkorea.