Landssjúkrahúsið
? Ósemjan á B 6 skal ikki føra við sær, at vit fáa meiri at gera.
Tað ger Laila Danielsen, álitisfólk hjá sjúkrasystrunum á B 7, púra greitt í gjáramorgtunin.
Nú semingsroyndirnar á B 6 eru slitnaðar, endurtekur hon sostatt tað, sum sjúkrasystrarnar á B 7 skrivaðu til leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, tá ið ósemjan um arbeiðsviðurskiftini á B 6 varð almenn fyri nøkrum vikum síðani.
Nú sjúkrasystrarnar á B 6 hava gjørt greitt, at tær vera ikki við í fleiri samráðingum um B 6, er væntandi, at ta arbeiðið, sum hevur ligið á B 6, verður flutt á B 7, sum er hin heiliráðsdeildin á Landssjúkrahúsinum.
Men sjúkrasystrarnar á B 7 góðtaka ikki, at fáa meiri at gera.
Tær hava áður boðað leiðsluni á Landssjúkrahúsinum frá, at tær stuðla sjúkrasystrunum á B 6.
?Á B 7 hava vit ivaleyst at gera, sum er. Støðan hjá okkum er ikki nógv øðrvísi, enn hon er á B 6, so vit tola ikki størri arbeiðstrýst, enn vit hava nú, sigur Laila Danielsen í eini stuttari viðmerking.