Játtanin til føroyska fólkaskúlan er nógv skerd seinnu árini, samstundis sum krøvini til skúlaverkið bara vaksa. Hetta er niðurstøðan hjá formanninum í skúlaleiðarafelagnum, Hanus Joensen, ið til dagligt er skúlastjóri í einum av størstu skúlunum í landinum, Kommunuskúlanum í Havn.
Kunnu ikki blíva við at fylla stovurnar
Hanus Joensen sigur, at eitt av aðalmálunum í føroysku fólkaskúlalógini er, at skúlin skal verða fyri øll. Hetta merkir, at eisini teir næmingar, ið hava serligan tørv, skulu rúmast í vanligu skúlunum. - Um so er, at vit skulu liva upp til orðingina "skúlin fyri øll", er tað altavgerandi, at vit eisini hava amboðini til tað, og tað hava vit ikki í løtuni, og vit hava heldur ongantíð havt tey, sigur Hanus Joensen. - Tískil klára vit ikki at liva upp til okkara endamál, og tað er ógvuliga harmiligt, heldur formaðurin í skúlaleiðarafelagnum.
Herfyri kom fram, at skerjingin í tímatalinum hjá teimum einstøku skúlunum hevði við sær, at fleiri skúlaleiðarar kring landið noyddust at tamba lógina til tess at fáa kabaluna at ganga upp. Til hetta sigur Hanus Joensen, at tað kann ikki verða rætt, at vit noyðast at blíva við at fylla stovurnar upp við næmingum, tí at tímatalið lækkar. - Hjá miðnámsskúlunum ber til at siga, at teir taka færri næmingar inn, men vit hava skyldu til at taka øll inn. Hetta er ein ótolandi støða, og tað skerst ikki burtur, at í slíkum støðum, har næmingatalið í einum flokki er uppi á kanska 27 næmingum, er tað oftast teir veiku næmingarnir, ið eru við sviðið soð. Tískil kunnu vit vænta, at spjaðið millum teir góðu og teir veiku næmingarnar bara vaksur, sigur Hanus Joensen. - Hetta her við at tamba lógina er ikki uttan kostnað bæði fyri undirvísingina og næmingarnar, sigur formaðurin í skúlaleiðarafelagnum. - Vit hava alt ov lítið av amboðum og fíggjarligari orku til, at vit kunnu røkka okkara endamálið, sigur Hanus Joensen og leggur afturat, at hann veit ikki, um tað eru skúlamyndugleikarnir ella politikkarnir, ið hava ábyrgdina, tí tað eru skúlamyndugleikarnir, ið hava skyldu til at boða politikkarunum frá, hvønn fíggjarligan tørv føroyski fólkaskúlin hevur.
Næmingar við serligum tørvi raðfestast hægri
Tað er einki dulsmál, at eitt nú næmingar við atferðartrupulleikum hava tað trupult í einum vanligum skúla. Hesir næmingar hava tørv á nøkrum øðrum tilboðum enn tí, sum vit kenna úr føroyska skúlaverkinum, og tað er júst hesi tilboð, ið Hanus Joensen eftirlýsir. - Vit hava ikki tey tilboð til hesar næmingar, ið grannalondini hjá okkum hava, og tað verður ógvuliga trupult hjá okkum at hava besta skúlan í Norðanlondum um nøkur, soleiðis sum ætlanin er, um vit ikki hava eina viftu av tilboðum til teir næmingar, ið hava serligan tørv, vísir Hanus Joensen á.
- Tað er eisini ein stórur trupulleiki hjá okkum, at vit ikki hava fólk við serkunnleika innan hetta øki, tí tað er alneyðugt, um vit skulu hjálpa hesum børnum. Á Sernámsdeplinum, sum hjálpir okkum í sambandi við børn við serligum tørvi, eru til dømis alt ov fáir sálarfrøðingar. Onkuntíð eru teir tveir og onkuntíð bara tann eini, og tað er undir alt lágmark, heldur Hanus Joensen. - Fyri at vit kunnu hjálpa hesum børnum, er tað eisini umráðandi, at tey hava eina diagnosu, tí tað ger tað beinan vegin lættari hjá okkum at finna fram, á hvønn hátt vit kunnu hjálpa teimum, og tískil er tað so umráðandi, at vit hava nóg mikið av serkønum fólki, sigur hann. - Eisini haldi eg tað verða løgið, at eitt nú børn við atferðartrupulleikum hava stuðul, tá ið tey ganga í barnagarði, men tá ið tey so koma í skúla, er eingin stuðul. Har noyðist at verða eitt tættari samstarv millum ráðini, so at talan verður um eitt meiri glíðandi skifti frá barnagarði til skúla, og møguligani at stuðulin fylgir við barninum inn um skúlans gátt, heldur Hanus Joensen.
Ongir pengar til eftirútbúgving
Um so er, at næmingar við serligum tørvi skulu rúmast í fólkaskúlanum, er tað eisini neyðugt, at lærarafjøldin verður skúlað til at taka sær av hesum børnum. Formaðurin í skúlaleiðarafelagnum sigur, at nú er so lítið av pengum, at flestu skúlar hava ikki ráð til at senda fólk á skúla at nema sær eftirútbúgving ella bara á eitt styttri skeið. Herfyri høvdu vit fund í skúlaleiðarafelagnum, og har søgdu fleiri skúlaleiðarar, at teir høvdu ongar møguleikarar fyri at senda fólk á skeið, tí tað vóru ongir pengar til tað, greiður Hanus Joensen frá.
Eisini fílist formaðurin í skúlaleiðarafelagnum á, at tað somuleiðis er ein trupulleiki, at leiðararnir á teimum ymisku skúlunum kring landið ikki hava nakrar reglur at halda seg til. - Eingin tímir at søkja leiðarastarv í føroyska skúlaverkinum, tí arbeiðsbyrðan er so ómetaliga stór, og umsitingin og námsfrøðisliga leiðsla tekur nógva tíð. Harafturat eru ongar reglur á økinum, sum lýsa arbeiðið hjá skúlaleiðarunum, sigur Hanus Joensen.
Skúlastjórin í Kommunuskúlanum heldur, at um vit blíva við at lata eyguni aftur fyri øllum trupulleikunum, soleiðis sum vit leingi hava havt lyndi til, gongur tað út yvir allar næmingar í føroyska skúlaverkinum, og tí er tað alneyðugt, at okkurt hendir sum skjótast, sigur hann at enda.