Hóast FC Hoyvík tvær ferðir var á odda, so eydnaðist tað ikki at vinna ímóti teimum næstbestu hjá AB.
Úrslitið var 2-2 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Úrslitið ber við sær, at FC Hoyvík framvegis er aftast. FC Hoyvík hevur 10 stig, og AB er næstaftast við 12 stigum.
Kristin R. Mouritsen átti uppleggið, tá ið Bjarni Brimnes longu í sætta minutti legði FC Hoyvík á odda 1-0.
Heimaleiðslan helt, inntil seinni hálvleikur var tveir minuttir gamal. Tá javnaði Hans Jákup Annfinsson til 1-1. Uppleggið átti Símun Samuelsen. Tíggju minuttir undan leikloki skoraði Villiam Emil Klein eftir upplegg frá Óla Restorff Hansen.
Hetta sá í nakrar minuttir út til at fara at verða sigursmálið, men tað eydnaðist ikki FC Hoyvík at basa argjamonnum, sum fóru út aftur um brúnna við einum stigi. Hans Jákup Annfinsson varð tvífaldur málskjútti, tá ið hann fýra minuttir undan leikloki javnaði. Sverri Petersen átti uppleggið.
Týskvøldið fær FC Hoyvík vitjan av Víkingi, og AB skal spæla á útivølli ímóti 07 Vestur.