Støðan hjá presti var kend

Jóannis Fonsdal, prestur, sigur, at hann boðaði dómprósti og pørtum av kirkjuráðunum frá síni støðu, áðrenn hann varð settur í starv

Hjálparpresturin í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, Jóannis Fonsdal, sigur, at hann segði Bjarna Bæk, dómprósti, frá støðu síni til kvinnuligar prestar, sum hann grundar á læru Bíbliunnar um, at kvinnur eru frítiknar fyri læraragerninginum. Tað hevði dómprósturin ongar viðmerkingar til, sigur hann.
At kirkjuráðini, sum hava sett prestin í starv, ikki gjørdu nakað við hendan spurningin, var so teirra val. Men formaðurin í kirkjuráðnum í Nólsoy, sum er eitt av trimum krikjuráðum í prestagjaldinum, varð eisini kunnaður um hesa støðuna hjá presti. Tí hann spurdi um tað, sigur Jóannis Fonsdal.
?Kirkjuráðsformaðurin í Nólsoy var tann einasti, sum spurdi um hesi viðurskifti, og eg legði kortini opin á borðið. Hann hevði ongar viðmerkingar, og eg hoyrdi einki aftur um tað, greiðir prestur frá.
Hann sigur, at hann væntaði, at tá hann var til samrøðu hjá biskupi, fór hetta at verða tikið fram aftur, tí hann var ikki í iva um, at dómprosturin og kirkjuráðsformaðurin í Nólsoy mundu hava nevnt hetta fyri biskupinum. Men tað tóktist ikki so, tí tá samrøða teirra var liðug, hevði hetta málið als ikki verið nevnt.
Jóannis Fonsdal sigur, at hann eisini tosaði við formenninar í kirkjuráðunum við Havnar Kirkju og í Kaldbak um ymisk viðurskifti viðvíkjandi starvinum. Talan var um langar telefonsamrøður, men hvørgin teirra gretti við einum orðið hetta málið, sigur hann.
Kirkjuráðsformaðurin í Nólsoy váttar fyri Sosialinum, at hann spurdi komandi prestin um hesi viðurskifti, og at prestur segði sína støðu. Hetta bar formaðurin so fram á kirkjuráðsfundi í Nólsoy, en meira varð ikki gjørt við tað. Presturin varð innstillaður og settur í starv.
Bjarni Bæk, dómpróstur, tykist hinvegin vera eitt sindur ovfarin, tá hann verður spurdur um hesa samrøðuna við prestin.
Hann vil ikki gera viðmerkingar til tað í bløðunum, sigur hann. Hatta vil hann tosa beinleiðis við prestin um.