? Støðan í løgtinginum er verri enn nakrantíð

? Vandin fyri at gera feilir er nógv størri, tá ið so stórt tíðarpress er á viðgerðini í løgtinginum, sigur Kári P. Højgaard, sum er einsamallur tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, nú løgtingið viðger eina ørgrynnu av uppskotum ? summi fleiri hundrað síður til longdar

Tað er mest sum ógjørligt hjá løgtingsfólkum at fylgja við í tinginum í hesum døgum. Øll tey mongu uppskotini, sum vórðu løgd fyri tingið seinastu framløgudagarnar í mars, skulu nú viðgerast, og tað er næstan vónleyst at seta seg inn í øll mál.
Trupulleikin er størstu hjá Kára P. Højgaard, sum er einsamallur tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin.
? Sjálvt teir stóru flokkarnir hava trupuleikar at fylgja við, so tað sigur seg sjálvt, at tað er øgiliga strævið hjá mær, sigur Kári P. Højgaard.
? Men vandin við øllum hesum uppskotunum er ikki, at tingmenn skulu arbeiða yvir og hava langar dagar. Tann stóri vandin er, at møgulekin at gera feilir er nógv størri, tá ið so stórt tíðarpress er á viðgerðini í løgtinginum, og tað er ikki nøktandi, sigur hann.

Støðan versnar
Mikudagin og hósdagin hevði løgtingið fleiri enn 20 uppskot til viðgerðar, og næstu tríggjar arbeiðsdagarnar í tinginum koma 17 nýggj uppskot til viðgerðar.
? Hóast formansskapurin í løgtinginum hevur roynt at gera nakað við hendan trupulleika, so er støðan helst verri enn nakrantíð, sigur Kári P. Højgaard.
? Formansskapurin hevði tíðliga í ár fund við allar flokkarnar, har tað varð heitt á øll um at virka fyri, at tingarbeiðið gjørdist meira støðugt, og at so nógv uppskot ikki vóru løgd fyri tingið í síðstu løtu. Men hetta hevur so at siga onga ávirkan havt.
Kári P. Højgaard heldur, at hetta er ein stórur trupulleiki fyri løgtingið, og viðgerðin í løgtinginum ? bæði í tingsalinum og í nevndunum ? verður merkt av órímiliga stóru arbeiðsbyrðuni.

88.000 síður í einum máli
Tað eru ikki bara smá mál, sum verða løgd fyri løgtingið beint undan evstamarkinum. Fýra ríkislógartilmæli um peningalig viðurskifti, sum verða viðgjørd undir einum, eru so stór, at skuldi hvørt tingfólk havt eitt eintak av øllum tilfarinum, skuldu 88.000 síður prentast samanlagt. Og hesi fýra mál eru bara nøkur fá mál í stóru rúgvuni.
? Fíggjarnevndin fær eini 13 ella 14 mál til viðgerðar næstu tíðina, og tá ið ætlanin er, at tingið skal fara heim seinast 1. mai, so sigur tað seg sjálvt, at viðgerðin verður merkt av stórum tíðarpressi, sigur Kári P. Højgaard.
? Hendan støðan kann ikki halda fram, og vit mugu tryggja okkum, at tað verður meira støðugt arbeiði í løgtinginum, og at uppskot verða løgd fram alt tingárið. Vit høvdu til dømis lítið og einki at gera í januar og februar mánaði, men nú er øgiligt trýst á, sigur tingmaðurin fyri Sjálvstýrisflokkin.