Sunnumorgunin klokkan 8.30 fekk Vaktar- og Bjargingartænastan fráboðan um, at línuskipið Havnatindur úr Klaksvík var farið at leka. Havnatindur var tá átta fjórðingar norður úr Rivtanga, ið er norðasta staðið á Eysturoynni.
Skipið tók sjógv inn í maskinrúmið, eftir at tað hevði fingið ein sjógv, og manningin, sum taldi tríggjar mans, sendi neyðarkall til MRCC á Marinustøðini.
Tjaldrið, sum var trettan fjórðingar burtur, fekk boðini og setti beina kós móti Havnatindi. Klokkan 9.50 var Tjaldrið hjá neyðstadda skipinum, og tá var Søkin eisini komin til.
Tá Tjaldrið hoyrdi neyðarkallið, tyktist tað ógvuliga álvarsamt, tí tað ljóðaði, at báturin var um at søkka.
? Brotini vóru so stór, og vindurin var so nógvur, at tað var ikki ráðiligt hjá okkum at seta pumpur umborð á Havnatind, sigur Jákup Müller, skipari á Tjaldrinum. Tyrlan varð eisini boðsend, og hon skuldi síðani royna at fáa pumpurnar umborð.
Vindmegin var einar 20 metrar um sekundið, og tað var ógvuliga óslætt á sjónum. Aldan var tíggju metrar til hæddar.
Royndin miseydnast
Klokkan 9.22 er tyrlan hjá Havnatindi, og hálvan tíma seinni roynir hon at seta pumpur umborð. Fyrsta royndin miseydnast, tí tað var ov óslætt í sjónum. Tað vísti seg at vera ógvuliga torført at raka tann lítla bátin við pumpuni.
Tyrlan hjá Atlantic Airways fer síðani til Klaksvíkar at fáa meira brennievni umborð.
Klokkan 11 er tyrlan aftur hjá skipinum og ger enn eina roynd at fáa pumpur umborð. Hesuferð eydnast, og stutt fyri middag eru pumpurnar farnar í verk umborð á Havnatindi.
? Manningin á Havnatindi var ógvuliga dugnalig og akrobatisk, at hon megnaði at taka ímóti pumpunum í ringa veðrinum, heldur skiparin á Tjaldrinum.
Hann leggur afturat, at tað var tyrlan, sum var høvuðsorsøkin til, at hendingin spældi væl av hóast alt, tí Tjaldrið kundi ikki veita Havnatindi pumpur í ringa veðrinum.
Klokkan 12.04 verður boðað frá, at vatnstøðan umborð minkar skjótt, og at pumpurnar rigga, sum tær skulu.
Hálvanannan tíma seinni er tamarhald fingið á støðuni, og Tjaldrið gjørdi seg til at sleipa Havnatind aftur til lands. Tjaldrið sleipaði Havnatind suður ígjøgnum Svínoyarfjørð, og klokkan 18.50 var lagt at í Klaksvík.
Manningin ikki í vanda
Jákup Müller sigur, at um tað stóð um lív hjá manningini, hevði Tjaldrið sett bátin út og tikið manningina umborð. Skiparin metti tó ikki, at tað var ráðiligt at flyta pumpur við lítlum báti millum bátarnar, tí tað er torført at arbeiða við tungum lutum í so ringum sjógvi.
Havnatindur er bygdur í Klaksvík í 1947, og hann er úr eik og furu. Ólavur Waag Høgnesen eigur línuskipið.
Les, hvat skiparin sigur um tilburðin í aðrari grein.