Kyndil-StÍF 29-39 (15-17)
Áttanda árið á rað eru strandingar til reiðar at spæla steypafinalu í manshondbólti.
Í hálvfinaluni spældi StÍF móti 3. deildarliðnum hjá Kyndli, og her gjørdist talan um tveir tryggar sigrar.
Fyrru hálvfinaluna vann StÍF 37-15, og við sigrinum í gjár varð samlaða úrslitið 76-44.
Í gjár var tað enn einaferð David Edvardsen, sum skeyt flestu málini fyri StÍF. Nevnliga 7. Rúni Johansen skeyt 10 mál fyri Kyndil.