StÍF, sum í fjør vann silvur í bæði lands- og steypakapping, hevur hvørki David Edvardsen ella Danni Syhler við á liðnum komandi ár. David Edvardsen fer tá at spæla við Neistanum, og roknað verður við, at Syhler fer av landinum. Hinvegin verður talan eisini um tilgongd. Á heimasíðu sínari skrivar felagið, at tey hava gjørt avtalu við 20 ára Rúna Johansen, sum í vetur var partur av Kyndils-liðnum.