StÍF og KÍF-sigrar brustu Okkaradeildina á víðan vegg

StÍF vann trygt á Kyndli, og kundi fygja við tá ið KÍF vann dyst ímóti Neistanum í evstu løtu - Tvey stig skilja annað og fimta plássið í Okkaradeildini áðrenn fýra teir seinastu dystirnar

StÍF vann í dag tryggan 27-24-sigur á Kyndli, og er í løtuni á øðrum plássi í Okkaradeildini, sum bert hevur tvey stig frá øðrum til fimta pláss nú, eftir at KÍF vendi 17-20 til 22-21 í evstu løtu. 

Tað var í roynd og veru bert StÍF, sum hevði nakað at spæla fyri á Skála í dag, tá ið Kyndil kom á vitjan í Okkaradeildini.

Ein sigur var kravið hjá StÍF, sum áðrenn dystin lá á fjórða plássið, meðan dysturin í Kollafirði helst fór at vera góð tíðindi á Skálafjørðinum.

Vann Neistin í Kollafirði fór StÍF at hava fýra stig til góðar á avgerandi fjórða plássinum, meðan ein KÍF-sigur fór at spæla StÍF fram um Neistan á stigatalvuni – Treytað av at StÍF vann sín dyst á Kyndli.

Sí eisini: Avgerandi dystir í Kollafirði, Klaksvík og á Skála í dag

Í mun til avgerandi dystin í steypakappingini, sum Kyndil vann, var eyðsýnt at Bartal Klein Olsen hjá Kyndli er farin av landinum aftur, meðan StÍF hevði toppskjúttan, Ivan Mrdalo, á liðnum aftur. Kviki strikuleikarin byrjaði kortini á bonkinum, har hann sá málverjar gera um seg á vøllinum.

Eins og í Kollafirði leikaði javnt á á Skála fyrsta dystarfjórðingin. Serliga vóru tað málverjarnir, Tórður Guttesen hjá Kyndli og Eli Gærdum hjá StÍF, sum vístu seg fram við fleiri stórbjargingum. Tá ið Pætur Johannesen skoraði til 3-3 lat úr Kyndilsmálverjanum: ”Teir hava fingið trý mál upp á tríggjar returar!” Tað var satt, og teir fóru ikki at vera teir seinastu.

Skjótálopini hjá StÍF aftur í hásæti

StÍF gagnnýtti sínar bjargingar til skjótálopsmøguleikar, og tað var í hesum, at málini komu fyri tað mesta. Hetta eydnaðist serliga væl hjá StÍF, sum kom á odda 5-3 og helt munin á tveimum málum. Serliga trý mál á rað frá Jógvani G. Joensen hjálpti StÍF við hesum.

Samstundis vistu fólk á Skála, at KÍF hevði hug at vera á odda við einum og tveimum málum í Kollafirði. Og nú fekk StÍF hug at økja.

Tá ið 20 minuttir vóru leiktir økti Martin Danielsen til 12-7 við hoppiskoti, og StÍF fekk møguleikan at økja í skjótálopi stutt eftir, men tveitti bóltin burtur. Kyndil tók time-out, so skjótt bólturin var á sínum hondum.

Hetta bøtti um. Anders Risdal fekk ferð á skotini, meðan Kyndilsverjan og Tórður Guttesen hildu fast. Kyndil hevði møguleikan at minka niður í tvey mál, men misnýtti, og StÍF fór í skjótálop.

Sveinur Justinussen skuldi taka ferðina av álopinum, men tóktist at strekkja okkurt í lærinum, og hann mátti lata seg skifta út. Hann kom ikki á vøllin aftur í dag. Støðan var 12-9 og fimm minuttir vóru til hálvleikssteðgin.

Ein fibur, sum ikki er álvarsligur, segði Sveinur Justinussen eftir dystin.

Avgerandi støður beint fyri hálvleik

Og seinastu minuttirnir fyri hálvleik gjørdust avgerandi. Fyrst fekk Ivan Mrdalo brostkast, sum Martin Danielsen setti í netið til 13-9 og stutt eftir ætlaði hann sær aftur at skora, men varð takklaður av Rógva Dal Christiansen í skotstøðuni. Dómararnir steðgaðu tíðini, prátaðu eina løtu, og vístu so Kyndilsleikaranum av vølli. Hetta var triðja útvísingin hjá Rógva Dal Christiansen, og tað merkti reytt kort. Ein minuttur restaðu í av fyrra hálvleiki.

Kyndil vann bóltin aftur og kundi minka um munin, men Eli Gærdum bjargaði og so kundi StÍF fara í eitt seinasta álop henda hálvleikin.

Við einum fýra sekundum eftir endaði bólturin hjá Jógvani G. Joensen á høgra vongi, sum mátti fara sera spískt, men fekk gott skot avstað. Tórður Guttesen í kyndilsmálinum bjargaði væl – men mátti síggja bóltin støkka út á vinstra vong, har Pætur Ó. Barclay setti hann í netið, júst áðrenn hallarlúðurin ljóðaði og fyrri hálvleikur var av.

14-9 til StÍF og eitt Kyndilslið í trupulleikum uttan ein av lyklaleikarunum.

Prátið millum áskoðarar í steðginum snúði seg mest um hvat fólk mundu ynskja sær av dystinum í Kollafirði, har KÍF var á odda 10-9 ímóti Neistanum.

StÍF avger dystin beinanvegin

StÍF-leikarar høvdu ikki kannað sær bitan í steðginum.

Teir fóru við fullari ferð út í seinna hálvleik, har álopini skolaðu ímóti Kyndilsmálunum. Pætur Johansen økti við skjótálopi upp í 20-11 til StÍF eftir bert seks minuttum.

Samstundis var KÍF á odda við tveimum í Kollafirði.

Kyndil fótaði sær nakað og minkaði um munin til 21-15 áðrenn StÍF tók time-out. 11 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.

Samstundis legði Neistin seg á odda við tveimum málum í Kollafirði.

Á Skála festi dysturin seg við einum fimm málum á muni, og lítil spenningur var um úrslitið.

StÍF nýtti høvið at seta Fríða R. Djurhuus inn á vinstra vong til sín fyrsta dyst, og hetta gav størsta fagnaðin í høllini áðrenn dystarenda.

Tá ið einir tíggju minuttir restaðu í, fekk StÍF enn ein hvøkk, hóast á odda 24-19.

Pætur Johansen beklaði tá ið hann skuldi renna aftur, og mátti fara av vølli. Støðan var 24-19 til StÍF

Samstundis økti Neistin til 20-17 í Kollafirði, og á Skála kundu fólk byrja at droyma um hálvfinalur.

StÍF vinnur - KÍF koppar øllum á høvdið

StÍF-sigurin mundi ikki koma í vanda, og samstundis kundu heimafjøldin fegnast um, at Pætur Johansen kom á vøllin aftur.

Og so eisini um spenningin, sum kom í dystin í Kollafirði, har KÍF minkaði um munin til 19-20.

Og har var nógv størri spenningur um úrslitið.

KÍF vann boltin fleiri ferðir, men misnýtti møguleikan at javna tá ið tveir minuttir restaðu í. Tá fekk Neistin útvísing fyri at hava gjørt skeivt av í útskifting, og KÍF kundi taka av og javna. Ein minuttur eftir.

Á Skála endaði dysturin við úrslitinum 27-24, eftir at Kyndil var sloppið at minka fitt um munin.

Ein minutt fyrr enn í Kollafirði.

Onkur StÍF-leikari fylgdi seinastu løtuni í dystinum í Kollafirði, har KÍF koppaði øllum á høvdið og vann 22-21 við máli í evstu løtu.

StÍF-leikararnir lótu ikki tað stóra í hetta úrslitið, tá ið teir vóru spurdir eftir dystin.

- Sjálvandi hevði tað verið gott við fýra stigum niður, segði Martin Danielsen eftir dystin, men fegnaðist eisini um at StÍF nú liggur á øðrum plássi. Eitt stig frammanfyri VÍF og Neistan, og tvey stig frammanfyri KÍF.

VÍF spælir í løtuni í Klaksvík og kann stjala næstfremsta plássið aftur við sigri.

Les meira í Ítrottarsosialinum mánadagin

Støðan í Okkaradeildini:

Fýra tey fremstu liðini eftir 18 dystir spæla seg í hálvfinalurnar

H71 13 dystir 22 stig

StÍF 14 dystir 17 stig

VÍF 13 dystir 16 stig

Neistin 14 dystir 16 stig

KÍF 14 dystir 15 stig

Kyndil 13 dystir 8 stig

Team Klaksvík 13 dystir 0 stig