StÍF-profilur takkar fyri seg

Ein hondbóltsdystur í Atlantic Airways-kappingini verður í ítróttarhøllini á Skála í kvøld klokkan 19 millum bestu mansliðini hjá StÍF og H71.

 

Hetta er seinasti landskappingardysturin í vetur, men enn meira merkisvert er, at hetta allarhelst eisini verður seinasti dystur, ið málverjin Marian Cirluganescu spælir fyri StÍF, tí hann í næstum flytur heimaftur til Rumenia.

 

Marian kom annars til Føroya og StÍF fyri 11 árum síðani og hevur bæði verið málverji og venjari, og eitt nú hevur hann í vetur vant kvinnurnar hjá StÍF.

 

Umframt at hava verið við til at vunnið føroyameistaraheitið við monnum hjá StÍF í 2003, vardi hann eisini málið søguligu steypaárini frá 2001 til 2008, tá StÍF var í finaluni á hvørjum ári og vann seks av hesum átta finalunum.