StÍF skal takast í álvara

Strandingar prógvaðu leygardagin í Hoyvíkshøllini, at teir hava eitt sera gott lið, nú Marian Cirloganesco aftur stendur millum stengurnar

AtlanticAirways kappingin

Strandingar vóru møttir manssterkir í Hoyvíkshøllini leygardagin, tá ið lið teirra fyri aðru ferð í tríggjar dagar skuldi dystast við hoyvíkingar. Var talan um ein javnan og spennandi dyst, tá ið liðini hittust mikukvøldið í Coca-Cola kappingini, so kann tað sama ikki sigast um dystin leygardagin.

Marian í serflokki
Strandingar løgdu seg á odda longu tíðliga í dystinum, og so hvørt sum fyrri hálvleikur leið, øktist leiðslan hjá StÍF. At so var, er fyrst og fremst einum manni fyri at takka, nevnliga Marian í málinum hjá StÍF.
Rumenski málverjin, sum júst er komin aftur á liðið eftir drúgvan skaðasteðg, vísti í dystinum móti hoyvíkingum, at hann helst er besti málverjin í føroysku kappingini. Ferð aftaná ferð tók Marian skot frá vanliga annars sera sterku skjúttunum hjá H71, Halgir Dahl-Olesen, Piti Negru og Henrik Gerster, og tað var ikki frítt, at rumenski málverjin gav hoyvíkingum grá hár í høvdið.
Munurin millum liðini bæði øktist støðugt í fyrra hálvleiki, og tað var eyðsæð, at H71 noyddist at gera okkurt fyri at venda gongdini. Roynt var við at mansverja Svein Justinussen, men hetta tóktist eitt sindur óskiljandi. Gamaní er Sveinur ein framúr skjútti, men hann er ikki sentrali leikarin hjá strandingum í álopsspælinum, og tað man óivað hóska betur til lítlu og kviku strandingarnar enn stóru og tungu hoyvíkingarnar at spæla 5 móti 5.
Frálíka málmansspælið hjá Marian tók broddin av álopsspælinum hjá hoyvíkingum, og tað tóktist sum um, at talan fyri tað mesta bert var um tilvildarligt spæl, tá ið H71 var í álopi. Ikki sást nakað serligt til nakað skipað álopsspæl, men heldur var dúvað upp á, at tær berandi kreftirnar skuldu fremja nøkur einstaklingaavrik.
Strandingar valdu eisini at verja rættuliga frammalaga á hoyvíkingum, og tað var týðuligt, at hetta ikki hóvaði stóru monnunum hjá H71, sum blivu frustreraðir, og av tí sama ofta royndu seg við forhastaðum skotum upp á mál.

Avgjørt fyri steðgin
Tað er neyvan ov nógv sagt, at dysturin millum H71 og StÍF bleiv avgjørdur longu í fyrra hálvleiki. Strandingar øktu so líðandi um leiðsluna hjá sær, og tá ið komið var til hálvleiks, høvdu gestirnir lagt seg á odda 19-10, og eingin trúði av álvara uppá, at H71 kundi koma aftur.
Tað skal tó sigast, at hoyvíkingar royndust væl betur eftir steðgin, og spurningurin er, um dysturin leygardagin ikki prógvaði, at tað loysir seg betur hjá H71, at venjarin, Henrik Gerster, heldur seg á beinkinum, har tað er lættari hjá honum at virka sum venjari. Gerster fekk ikki nógv burtur úr úti á vøllinum leygardagin, og tað vísti seg, at álopsspælið hjá H71 koyrdi nógv betur, eftir at stóri danin var farin av vøllinum.
Ein leikari, sum megnaði at seta eitt sindur av ferð á álopsspælið hjá heimaliðnum, var ungi Esbern Patursson, ið fekk fitt av spælitíð eftir steðgin. Hann og Halgir fingu lagt lunnar undir eitt sindur av skipaðum álopsspæli hjá hoyvíkingum í seinna hálvleiki, og tað gav eisini úrslit.
H71 kom meiri inn í dystin, og munurin millum liðini minkaði, uttan at tó nakrantíð av álvara líktist nøkrum, ið kundi gerast ein vandamikil støða fyri StÍF.

Outsidarar
Nú farið er undir endaspælið, hevur nógv verið tosa um, at gullstríðið í ár bert stendur millum VÌF og Kyndil. Tað er nógv, ið bendir á, at so er, men spurningurin er, um ikki strandingar eiga at verða mettir sum outsidarar.
Eftir eina trilvandi byrjan upp á kappingarárið, hevur StÍF staðið seg stak væl seinastu umførini, og teir kunnu uttan iva hótta øll hini liðini í kappingini. Eisini hevur tað ómetaliga stóran týdning fyri styrkin hjá liðnum, at Marian Cirloganescu aftur er í málinum, tí hann kann mangan gerast munurin millum ein sigur og eitt tap.
Hoyvíkingar tykjast verða steðgaðir upp, og stóri trupulleikin sær út til at verða, at liðið manglar ein stýrmann á miðjuni. Alt ov nógv hvílir á herðunum á Halgir Dahl Olesen, ið egnar seg betur sum skjútti enn sum stýrimaður.
Í dystinum leygardagin vístu vanliga so sterku málverjarnir hjá H71, Levi Nybo og Jens Skipagøta, at teir eisini hava sínar veikleikar. Tað var nevnliga undrunarvert, hvussu nógv mál, ið strandingar fingu av vonginum. Hvørki Levi ella Jens fingu nakrantíð fatur á hvørki Alexandur á vinstra vongi ella Borgar á høgra vongi hjá StÍF.
Komandi vikuskifti skulu strandingar spæla heimadyst á Skála, tá ið botnliðið Neistin kemur á vitjan, og her eigur talan óivað aftur at verða um tvey stig til StÍF. H71 skal dystast við Kyndil, og tað plagar at verða spennandi uppgerðir, og verður hugt at hagtølunum fyri innanhýsis dystir millum hesi bæði liðini seinnu árini, so hava hoyvíkingar greiða yvirvág.

H71-StÍF 27-32(10-19)
H71: Halgir Dahl-Olesen 8, Johnny Durhuus 4, Sigtór Andreasen 4(2), Henrik Gerster 4, Esbern Patursson 3, Høgni M. Joensen 2, Christian Eli Zachariassen 1, Piti Negru 1
StÍF: Alexandur Johansen 7(1), Leivur Justinussen 6(1), Borgar Danielsen 5, Pauli G. Hansen 5, Sveinur Justinussen 4, Artur Johansen 2, Bent Djurhuus 2, Jón Rasmussen 1
Brotskøst: H71 3(2), StÍF 2(2)
Útvísingar: H71 4, StÍF 11
Dómarar: Kristian og Karstin Joensen - dømdu ein góðan dyst, har allar tær mongu útvísingarnar vóru upp á sítt pláss.