Talan er um brak á Hálsi, tá Kyndil og StÍF fara at dystast.
Kyndil hevur havt sera góðan byrð seinastu vikurnar. Somikið góðan byrð, at teir nú hava ein ítøkiligan møguleika at røkka FM-finaluni. Men til hetta krevst, at liðið vinnur teir dystir, sum eru eftir.
Hin dysturin í dag er í Kollafirði, har KÍF tekur móti H71.
Báðir dystirnir byrja klokkan 16.