St. Gallen vann annan dystin á rað

Sasja Lacok og liðfelagarnir er nummar fimm

Landsliðsmálverjin, Aleksandar "Sasja" Lacok og liðfelagarnir í TSV St. Otmar St. Gallen vunnu í vikuskiftinum á heimavølli 34-28 á BSV Bern. Í steðginum var St. Gallen frammanfyri við fýra málum, 17-13.

 

Sasja bjargaði tríggjar av 11 málroyndum. Kappingarneytin, svenski Andreas Björkman vardi málið størra partin av dystinum, og hann vardi sjey av 26 málroyndum, so hann gjørdi tað lutfalsliga eitt vet verri enn Sasja.

 

St. Gallen er nummar fimm í deildini við átta stigum fyri sjey dystir. Tað snýr seg fyrst og fremst hjá Sasja og liðfeløgunum at enda millum átta tey ovastu liðini, so St. Gallen sleppur við til endaspælið aftaná lokið grundspæl.

 

Mikukvøldið klokkan 18.15 spælir St. Gallen dyst á útivølli móti Stafa.