sum eru komin til Afghanistan, fingið boð um at nýta floghavnina í Bagram, har altjóða friðarherdeildin hevur høvuðsstøð.
Vanliga plaga flogførini hjá ST og øðrum felagsskapum at nýta floghavnina í høvuðsstaðnum Kabul, men ein talsmaður hjá ST segði í gjár, at viðurskiftini har hava ikki verið nóg trygg seinastu dagarnar. Tí hava flogførini sett seg í Bagram, sum er nakað norðan fyri Kabul.
Hvørki ST ella aðrir myndugleikar hava kortini sagt nakað um, at nakar hevur hótt við tiltøkum í floghavnini í Kabul.