Stór afturgongd í lønarútgjaldingunum í fiskivinnuni

Allar vinnur uttan fiskivinnan hava framgongd í lønarútgjaldingunum, fiskivinnan hevur eina afturgongd uppá 13,5% Fram til oktober í ár eru útgoldnar smáar 155 milliónir kr. meira í lønum í mun til sama tíðarskeið í fjør, hetta svarar til ein vøkstur uppá 2,7%. Undanfarnu tvey árini hevur vøksturin verið ávikavist 7,1 og 8,5%.

Lønargjaldingar býttar á høvuðsvinnur, vísir at fiskivinna og onnur ráevnisvinna hevur eina afturgongd higartil í ár upp á 13,5%. Hinvegin hava aðrar vinnur eina framgongd uppá millum 6,0 og 7,3%, skrivar Hagstovan.