Oljuídnaður og leiting
Jan Müller
Stuart MacKay starvast sum marknaðarstjóri hjá risastóra multinationala felagnum Schlumberger. Hann er millum útlendsku luttakararnar á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í hesum døgum. Hetta er fyrstu ferð hann vitjar her, og orsøkin til tað er, at arbeiðsgevararar hansara kenna ikki nóg væl tær treytir og lógir, sum eru galdandi fyri hetta nýggja leitingarøkið, sum Føroyar eru. Schlumberger ynskir at kunna seg um komandi leitingina við Føroyar og at finna fram til møguligar samstarvsfelagar í Føroyum.
-Vit vóna so eisini at kunna møta okkara kundum, tvs. oljufeløgunum serliga fyri at vita, hvørji krøv tey hava at seta. Vit mugu eisini vita, hvat vit skulu og kunnu gera her, fyri harvið at ganga tørvinum hjá føroysku myndugleikunum á møti.
Í dag er Schlumberger ein av teimum heilt stóru tænastufyritøkunum í oljuvinnuni í Aberdeen og fyri tað í allari verðini. Uppgávurnar hjá Schlumberger eru m.a. at taka sær av øllum arbeiðinum, sum hevur við sjálva boringina at gera.
Stuart Mackay er sendur til Føroya fyri at fáa upplýsingar um komandi útbjóðingina her og síðani at lata hesar upplýsingar aftur til nógv av feløgunum, sum eru partur av hesi risafyritøkuni.
Stuart Mackay er ikki sørt ovfarin av, hvussu væl hetta tiltakið hevur verið lýst á netinum og at man har hevur kunnað fingið nøvnini á øllum luttakarunum. Tað hevur so aftur gjørt, at man hevur kunnað fingið eitt yvirlit yvir fólk og adressur.
-Hóast eg ikki fái hitt øll feløgini á hesi ráðstevnuni, so veit eg í hvussu er, hvønn eg skal seta meg í samband við næstu ferð. -Vit hava hugt at heimasíðuni hjá bæði Oljumálastýrinum og hjá øðrum feløgum. Og eisini hjá Oljuráðstevnuni 2000.
Hann heldur annars, at "it is still early days", tvs. at enn manglar nógv at koma uppá pláss. Her má tí koma ein dialogur um, hvussu man kann finna ein arbeiðsmodell, skal tað longu borast næsta ár.
Stuart MacKay sigur seg bara duga at síggja, at skal man verða klárur til at bora næsta summar, so verður her talan um eina stóra avbjóðing. Schlumberger-maðurin heldur sjálvur, at tað átti at borið til at hava fingið hetta uppá pláss til ta tíð. -Men hetta er sera ambitiøst. Eg skilji, at ætlanin er at fáa nakrar brunnar boraðar so skjótt tilber.
Stuart Mackay heldur tað annars vera skilagott av føroyingum at krevja, at fólk í føroyska samfelagnum eisini koma at arbeiða við hesum málinum. Hetta er tað man sær aðrastaðni eisini. Tað er eisini nakað, sum er við til at knýta saman uppá longri sikt.