Stór avbjóðing á skránni í morgin

Í kvøld er lagið stak gott í føroysku talvleguni í Dresden. Sigurin á Suðurafrika í dag kendist serliga søtur eftir soltnu úrtøkuni ímóti Costa Rica í gjár.

Í morgin verður aftur stór avbjóðing á skránni. Tá skulu Føroyar í 8. umfari telva ímóti Colombia. Suðuramerikanararnir eru styrkismettir sum nr. 59, meðan Føroyar eru styrkismettar sum nr. 72. Eftir sjey umfør er Colombia á 41. plássi. Føroyar eru nr. 61.

Miðal styrkistalið hjá Colombia er umleið hundrað stig hægri, enn tað er hjá føroyingunum. At Colombia ikki er at spæla við, varð undirstrikað í 7. umfari, tá ið úrslitið ímóti Íslandi var 2-2.

Føroyar og Colombia hava fýra ferðir áður dystast í OL, og hvørja ferð hava suðuramerikanararnir endað omaná. Í Manila í 1992 var føroyska úrtøkan 1,0 stig. Í Bled í 2002 var hon 0,5 stig, í Calvia í 2004 var hon 1,0 stig, og í Torino í 2006 var hon 0,5 stig.

Í morgin verður føroyska manningin Helgi Dam Ziska, John Rødgaard, Martin Poulsen og Joan Hendrik Andreasen.