Stór broyting í Føroyum eftir stuttari tíð

- Nei, eg fari ikki at geva føroyskum politikkarum nøkur góð ráð.

- Tað týdningarmesta fyri føroyska samfelagið er, at teir hava ein vilja at menna samfelagið allatíðina, segði fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Poul Schlüter í eksklusivari samrøðu við Sosialin fyrr í vikuni.

- Eg kann bara staðfesta, at tað er hent ótrúliga nógv her í Føroyum.

- Tað er flott. Ja, tað er faktiskt ótrúliga flott, sigur Schlüter, sum í samfull 30 ár varð knýttur at donskum politikki og seinni eisini gjørdi vart við seg sum ES-politikkari.

Sum danskur politikkari og forsætisráðharrin var hann fleiri ferðir á vitjan her á landi, og hevur tí við egnum eygum sæð ta meningina, sum samfelagið hevur verið í tey seinastu nógvu árini.

Í hesum døgum er hann aftur í Føroyum, hesaferð sum gestur hjá Eik Banka, sum í hesum sambandi hevur sett sjóneykuna á íløgur og møguleikarnar fyri at gera íløgur í føroyska samfelagið.

Fyri Schlüter er eingin ivi um, at stórur framburður er at síggja í føroyska samfelagnum. Og hetta fer eisini at hava sína ávirkan í framtíðini.

- Nógvir útlendskir íleggjarar vilja fegnir koma higar at gera íløgur, sigur hann.