Stór fakmessa hjá bilbranchuni í Fredericia

Fakmessan hjá donsku bilbranchuni, Auto teknik 2004, var í Fredericia Messecenter í døgunum 11.-14. mars. Saman við Super Dekk var Sosialurin til framsýningina, har umleið 175 danskar fyritøkur sýndu fram tað seinasta nýggja innan amboð, eykalutir og annars alla útgerð til bilar og bilverkstaðir

Fredericia. Auto Teknik er staðið, har bilbranchan í Danmark møtist at sýna fram alt tað nýggjasta, sum er komið fram, tað verið seg bæði mekanisk og elektronisk útgerð til bilar og bilverkstøð.

Auto Teknik hevur eisini áhuga í Føroyum og nógv fólk frá bilfyritøkum vitja messuna fyri at halda seg dagførd innan alt tað nýggjasta sum er komið fram.
Bilredaktiónin á Sosialinum var boðin við á messuna av dekkfyritøkuni Super Dekk í Havn.

Har var nakað fyri øll innan bilbranchuna. Til tey sum hava bilverkstaðir eru øll hond- og maskinamboð sum t.d. nýggir og framkomnir testarar av ymiskum slag og dekkmaskinur til tey nýggjastu lágprofil-dekkini. Eisini reingeringsamboð til hjól, motorlutir og verkstaðir, innrætting av bilverkstaði, ventilatións- og útsúgvingarskipanir.

Nógv var eisini gjørt burtur úr viðlíkahaldi av bilum, har vóru øll sløg av bonivoksi og reingeringarevnum til innan og uttan. Radio- og musikkanleggini høvdu eisini sín stóra part á messuni og alt tað nýggjasta innan útstoyt, har man nú kann broyta ljóðið eftir egnum ynski. Vit gingu runt við myndatólinum, og her er so nakað av tí vit fingu burturúr.