Stór fyritøka í Vági fær nýggjar eigarar

Nýggir eigarar hava yvirtikið bæði skip og virkið hjá felagnum Moyggjartúgvu í Vági

Vinnulív

Ein stór fyritøka í Vági hevur fingið nýggjar eigarar.
Tað var veruleiki fyrr í vikuni, tá ið nýggir eigarar yvirtóku felagið Moyggjartúgvu í Vági og sostatt eisini alt virksemi hjá felagnum, sum bæðifevnir um skip og virki.
Talan er fyrst og fremst um teir báðar stóru lemmatrolararnar, Sancy og Roc Amadour, sum nú hava fingið nýggjar eigarar. Men Moyggjartúgva eigur eisini partapeningin í felagnum, sum eigur virkið Sancy Seafood á havnalagnum í Vági og tað fylgir sostatt við yvir til nýggju eigararnar.
Men samstundis er tað greitt, at vágbingar og suðuroyingar sum heild, skulu ikki stúra fyri at missa tey bæði skipini og fiskiloyvini av fjørðinum, tí tað eru lokalar kreftir, sum hava yvirtikið virksemið hjá Sancy.
Annars hava fólk stúrt fyri at skipini skuldu fara av fjørðinum og tað hava tey harmast um, tí nú eru ógvuliga fá skip eftir í Vági. Umframt Sancy og Roc Amadour, eru tað bara partrolararnir Nesborg og Nesborg 1 eftir í Vági, umframt Nýborg, sum er løgd og tí vildu vágbingar ógvuliga treyðugt, at teir báðir stóru lemmatrolararnir skuldu hvørja úr bygdini.
Teir, sum nú hava yvirtikið alt virksemi hjá Sansy, eru Mikkjali Sørensen, Piddi Sørensen, Ejler Sørensen, Hermann Olsen og TomWilly Magnussen og tað verður Mikkjal Sørensen, sum verður stjóri og kemur at reka felagið.

Stóran týdning
Hetta er nýtt virkisøki hjá teimum, men Mikkjal Sørensen hevur verið stjóri í Suðuroyar Sparikassa í 19 árog hann ivast ikki í, at tær royndirnar hann hevur frá vinnulívi í tí sambandi, fara at koma honum til góða nyttu nú hann skal royna seg sum útgerðarmaður.
Hann vil ikki siga, hvat teir hava keypt Moyggjartúgvu fyri.
Men hann sigur, at tá ið høvi beyðst at keypa felagið, tóku teir av.
 Tað hava vit gjørt, tí at vit halda, at tað eigur at bera til at reka lønandi fiskivinnu her í økinum. Men vit hava eisini gjørt tað tí at vit vildu forða fyri, at skipini fóru av fjørðinum, sum vandi altíð kundi verið fyri.
 Tað hevur alstóran týdning fyri lokalsamfelagið, at fiskiloyvi og sostatt arbeiðspláss eru í økinum, tí eru ikki arbeiðsmøguleikar, fáast fólk ikki at trívast.
Mikkjal Sørensen sigur samstundis, at bátarnir fara sostatt at avreiða í Vági tá ið tað ber til.
 Tað skuldi helst kasta nakað av sær til lokalsamfelagið, so vit fara at avreiða í Vági ella í Suðuroy, tá ið tilber.
Roc Amadour er í løtuni til fiskiskap. Sancy ligið í eina tíð, men hon verður nú gjørd klár at fara til fiskiskap og tað verður um nakrar dagar, at hon verður klár.
Roc Amadour hevur fiskað rættiliga væl og í fjør var hann ein av allarbestu skipunum í flotanum, kanska tann allarbesti. Hinvegin hevur Sancy havt nógvar tekniskar trupulleikar, men teimum eru tey komin til lívs nú, so tað sær bjartari út við tí eisini, sigur Mikkjal Sørensen.
Ætlanin er at bátarnir skulu fyrst og fremst fiska undir Føroyum. Annars hevur Roc Amadour eisini verið á búrfiski suðuri í Atlantshavi og Mikkjal Sørensen útihýsir ikki at møguleikar, sum hesir, eisini fara at vera royndir.