Framsýning
Hóskvøldið hevði handilin, Ka-Ki úr Klaksvík, framsýning av nútímans klæðum til "store damer" í kjallaranum í Orkis í Saltangará.
Tær báðar, sum hava handilin, Karin Olsen og Kirsten Tróndheim, vóru báðar við hetta kvøldið. Høvið var hjá fólki at passa og keypa hesi nýggju klæði, sum kunnu vera torfør at finna í vanligu klædnahandlunum.
Heldur fram
Framsýningin í Orkis heldur fram í vanligari tíð í dag og í morgin. Í dag er handilin opin frá kl. 9-19 og í morgin, leygardagin, frá kl. 9-14.
Anette Sonne, sum rekur Orkis, sigur, at saman við nútímans klæðunum í kjallaranum, sýnir blómuhandilin eisini fram sínar nýggjastu vørur, sum eru heimkomnar nú í heyst.
- Jólavørurnar eru eisini byrjaðar at koma, og hesar eru við á framsýningini, sigur hon.
Vøkur klæði
Anette Sonne vísir á, at klæðini hjá Ka-Ki ikki bara eru ætlaði kvinnum, sum viga meira enn vanligt, men eisini kvinnum, sum eru væl vaksnar í aðrar mátar.
- Her eru nógv vøkur klæði á framsýningini, leggur hon dent á.