Enn er óvist, hvørja lagnu, uppskotini frá Miðflokkinum og Hans Paula Strøm um rættin hjá tímaløntum foreldrum at vera heima hjá sjúkum børnum, fáa. Málið hevur verið til viðgerðar í Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum og har hendir tað, sum ikki hendir ofta, nevniliga, at ongin meiriluti varð fyri uppskotunum.
Hinvegin býtti nevndin seg sundur í tríggjar minnilutar
Ein minniluti var Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum, Helgi Abrahamsen og Edva Jacobsen úr Sambandsflokkinum og tey taka undir við, at allir lønmóttakarar skulu hava sama rætt til at vera heima hjá sjúkum børnum.
Men tey halda, at landið hevur ikki ráð til hetta beint nú. Tey halda eisini, at hetta er at blanda seg út í sáttmálaviðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum og tí taka tey ikki undir við uppskotinum.
Ein annar minniluti, Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi, tekur eisini undir við, at øll skulu hava rætt at vera heima hjá sjúkum børnum teir báðar fyrstu dagarnar.
Hinvegin heldur hann eisini, at hetta er ein spurningur um sáttmálasamráðingar og at hevur tað treytaleysu sannføring, at tað skal politiski myndugleikin halda seg burtur frá.
Tí tekur hann ikki undir við uppskotinum
Tann triði minnilutin, sum er Karsten Hansen úr Miðflokkinum, Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum og Bergtóra Høgnadóttir Joensen úr Tjóðveldi mæla hinvegin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Hesin minnilutin heldur, at hetta er líka nógv eitt familjupolitiskt átak.
- Tað kann ikki góðtakast longur, at ein partur av løntakarunum, sum framman undan hevur tey mest ótryggu korini á arbeiðsmarknaðinum, framvegis ikki hevur henda rætt og tað eru ongi útlit fyri, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum klára at loysa trupulleikan.