Stór skip sum krevja nógv pláss

Tað er ikki bara sum at siga tað hjá eini kommunu at taka ímóti so stórum skipum sum teimum, ið eru grundarlagið undir virkseminum á Havsbrún í Fuglafirði. Men kommunan hevur ásannað tað neyðuga í, at umstøðurnar framvið bryggjukantinum eru góðar Nýggja oljubryggjan, sum Fuglafjarðar kommuna hevur latið byggja, er 65 metrar long og hevur eitt dýpið, sum er heilar 14 metrar. Hon telist soleiðis millum djúpastu havnir í Føroyum ? fyri ikki at siga tann allar djúpasta.

- Tað ljóðar rímiliga nógv, at henda bryggjan er 65 metrar long, men skipini, sum koma higar, eru sum øllum kunnugt rættiliga stór, og stundum hava vit fleiri skip inni á Fuglafirði í senn.

Sigurd Simonsen, borgarstjóri, vísir á, at Fagraberg, sum seinastu dagarnar hevur ligið við oljubryggjuna, er heilar 82,05 metrar langur, og tá røkka endarnir út um bryggjukantarnar.

- Frystibryggjan beint frammanfyri Bergfrost, har Christian í Grótinum hevur ligið og bíðað eftir landing, er 55 metrar long, men tá Christian í Grótinum er 74,5 metrar langur, er heldur ikki hendan bryggjan líka long sum skipið.

Hann sigur, at bryggjan við mjølsiloirnar eisini er 55 metrar long, og bæði frystibryggjan og bryggjan við siloirnar hava eitt dýpi, sum er 13 metrar.

- Vit hava eitt væl útbygt virki á Havsbrún, sum hevur stóra móttøku- og framleiðsluorku, og tá tað gongur væl, kann virkið taka alt undan, sum kemur upp úr einum skipi í senn, eini 2000 tons um samdøgnið.

Aftrat hesum hevur virkið tangar, sum fiskur kann koyrast í, áðrenn hann verður virkaður inn á virkinum.

Borgarstjórin veit annars at siga, at tríggir oljutangar til tungolju skjótt koma upp úti við nýggju oljubryggjuna, og hann heldur, at hesir tilsamans fara at rúma út við 20.000 tonsum av olju.

- Kommunan hevur bygt bryggjuna og planerað økið, og nú fara so teir, ið eiga verkætlanina, at seta tangarnar upp, sigur Sigurd Simonsen.

Borgarstjórin fegnast um tað stóra virksemi, sum er við havnalagið í Fuglafirði og heldur, at framtíðin hjá kommununi og fólkinum á staðnum er bjørt.

- Alt hetta virksemi hevur ein ómetaliga stóran og avgerandi týdning fyri okkum, sigur Sigurd Simonsen.

Fuglafjarðar kommuna arbeiðir longu aftur við nýggjum ætlanum um útbygging av havnalagnum, sum vit fara at frætta meira um seinni.