Stór skriða leyp í Koltri

Ódnarveðrið síðstu dagarnar hevur havt við sær, at í Koltri leyp stór skriða

Ein stór skriða leyp í Koltri fríggjakvøldið ella møguliga seinni um náttina. Bjørn Patursson, bóndi, sigur, at hann á kvøldi hugsaði mest um vindin, tó at áarførið menti seg upp á fáar tímar. Men vindin metti hann at vera eini 30 til 35 metrar um sek., og harvið eitt tað mesta, ið hann hevur upp­livað í Koltri.
Skelkað
Men tað var áarførið, ið gjørdi um seg, og í dag eru tey skelkaði og rættiliga illa við framvegis, eftir hend­­ingina. Tá tey vaknaðu leygarmorgunin hugdu tey út, og sjónin var skelkandi.
- Talan er um eitt økið, har áir møtast og fara undir jørð og har eru gongdir, ið eru eina manshædd høgar. Men trýstið hevur verið so stórt, at alt er sprongt, sigur Bjørn Patursson, ið meira enn einaferð hevur verið eftir lombum í stóru gongdunum.
Bóndahjúnini í Koltri hava heimasíðu, har tey við myndum og teksti greiða væl frá støðuni. Har stendur m.a. soleiðis 12. november :
Stórt skriðulop ið byrjaði omanfyri Hamarsgarð mundi undirgrivið kirkjugarðin. Helst hava Koltursmenn í síni tíð hugsa um brimgangin sum til tíðir kann verða ógvusligur tvørtur um oynna tá teir avgjørdu at leggja kirkjugarðin so ovarliga. Men neyvan hugsaðu teir um, at vandin eisini kundi komið úr erva. Og, til alla lukku bleiv skriðan skotin suður um garðin sum, til alla Guðs lukku, bert fekk smávegis skaða á vestaru síðuna.
Beint oman fyri kirkju­garð­in er eitt gil har fleiri áirnar úr erva savnast og keldur koma út. Hesar áir hava grivið sær djúpar og stórar tunnlar undir svør­i­num heilt oman á slætt har tær aftur koma fyri ein dag. Og tað er helst høv­uðs­orsøkin til at skriðan bleiv so ógvuslig. Tunlarnir hava ikki megnað at svølgt áarførið, ið kom so brádliga úr erva. Trístið frá vatninum hevur sprongt svørin oman av tunlunum sum síðani hevur demmað fyri vatninum og so er´bólturin farin á rull.
Upprudding
Enn eru tey so skelkaði í Koltri eftir ógvusligu hend­ingina, at tey ikki eru komin so langt við at hugsa um fylgjurnar ella arbeiðið, sum nú skal gerast. Men bóndin ásannar, at har gerst onki við hond, tí har eru bøkk­ar komnir oman, ið eru eina manshædd. Men hvønn hann skal venda sær til, veit hann ikki rættiliga enn, og enn eru hugsanirnar heldur ikki rættiliga komnar so langt viðvíkjandi stóra upp­ruddingararbeiðinum, ið er fyri framman. Til tess er skelk­urin ov stórur.
Heimasíðan hjá bónda­hjúnunum í Koltri eitur www.koltur.com