Stór stuðuls- Parakapping í Bridge

Barometurkapping

Leygardagin 8. januar 2005 skipar Bridgehúsið í Havn fyri stórari almennari parakapping í Bridge.
Kappingin verður skipað sum ein barometur kapping. Spæld verða 30-35 spøl.
Byrjað verður kl. 13.00, og er kostnaðurin 100 kr. fyri hvønn luttakara. Innkomni peningurin fer óskerdur til Reyða Kross, føroyadeild.
Av tí, at vænta verður við met stórari luttøku, er neyðugt at boða frá luttøku seinast fríggjakvøldið 7. januar kl .20.00 hjá onkrum limi í húsanevndini.