Stórátak ímóti al-Qaeda

Myndugleikarnir í Pakistan fyrireika eitt stórátak ímóti vápnaðum limum í yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda og stuðlum hjá gamla Taliban-stýrinum í Aghanistan.

Pakistansku myndugleikarnir og amerikanararnir vilja vera við, at nógvir viðhaldsmenn hjá al-Qaeda og Taliban fjala seg í tí illgongda fjallalendinum á markinum ímillum Pakistan og Afghanistan. Pakistan hevur í løtuni 4.000 hermenn í hesum økinum, men stjórnin hevur nú skotið upp at senda 8.000 hermenn afturat hagar. Ovastin í økinum, Muhammed Azam Khan, sigur, at ætlanin er at gera av við alla mótstøðu.

USA hevur eisini hermenn í fjøllunum á markinum ímillum Pakistan og Afghanistan. Teir leita millum annað eftir Osama bin Laden, tí hildið verður fyri vist, at hann fjalir seg har.