Stór virðisløn fyri barnaleik

Tíðindaskriv

Finski sjónleikarabólkurin Hämeenlinnan Miniteatteri, sum vitjaði Norðurlandahúsið í summar í sambandi við tiltakið "Mentanarlega fyri Ung", hevur fingið stóra virðisløn frá finsku undirvísingarmálaráðnum.

8400 Euro fylgja við virðislønini, sum varð latin á altjóða barnadegnum við teirri grundgeving, at Hämeenlinnan Miniteatteri hevur sýnt dirvi at tala barnana søk og fyri skilagott samstarv við aðrar stovnar.

Virðirslønin hevur elvt til, at fleiri finnar sleppa at síggja "Kullervo". Hetta er leikur, ið finski sjónleikarabólkurin gjørdi til ungdómslegu, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri í summar. Leikurin verður sýndur í lotto-sendingunum í finska sjónvarpinum, sum røkkur 1,5 mio hyggjarar. Finska lotto-sendingin kann samanberast við Gekkin hjá SvF. Leikurin er eisini valdur út til finska landsfevnandi sjónleikarastevnu í mai 2003.

Handritið til leikin "Kullervo" verður haraftuart partur av undirvísingarbók at brúka í leiklist. Bókin, sum Norðurlandahúsið setir saman, er ætlað føroyskum, finskum og íslendskum skúlum og áhugaðum, ið fáast við sjónleik.

Í norðurlendskum samstarvi er sjáldsamt at ein burturav finskt mæltur ungdómsbólkur er við á legu í hinum Norðurlondunum, og sleppur at nýta finska móðirmálið, eins og t.d. danskarar tosa danskt og sviar svenskt.

Á ungdómsleguni í Føroyum varð "Kullervo" framførdur á finskum, "Thryms kviðja" á Íslendskum og "Margretu kvæði" á føroyskum.

Ætlanin við stevnuni var at leita aftur til mentunarligu og málsligu røturnar hjá teim luttakandi og við hesum sum støði geva ungum í norðurlendsku útjaðaðaraøkjunum innlit í mentanir og mál hjá hvørjum øðrum.

Finski virðislønti leikurin "Kullervo" er sprottin úr hesari føroysku verkætlan.