Bretska parlamentið samtykti í gjárkvøldið, at Stórabretland fer sum tað fyrsta landið í heiminum í veðurlagsneyðstøðu. Hetta hendir aftaná umfatandi mótmælistiltøk til frama fyri veðurlagnum. 16 ára gamla svenska Greta Thunberg hevur fingið fólk úr øllum heiminum at fara í veðurlagsverkfall hvønn fríggjadag, og júst hetta var ein av inspiratiónunum hjá Jeremy Corbyn, formanni í Labour, sum kom við uppskotinum um at boða frá umhvørvis- og veðurlagsneyðstøðu.
Hann heitti á politikararnar um at gera Stórabretland til fyrsta land í heiminum, sum taka hetta stigið til frama fyri jørðini, nú veðurlagsbroytingar hótta jarðarinnar lívfrøði.
- Vit hava skund. Vit liva í einari klimakreppu, sum vit fara at missa tamarhaldið á, um vit ikki seta skjót og dramatisk tiltøk í verk nú, segði Jeremy Corbyn.
- Vi at kunngera klimaneyðstøðu kunnu vit seta eina bylgju í gongd, sum fær parlamentir og stjórnir kring heimin at seta tiltøk í verk. Hetta er ein møguleiki, sum komandi ættarliðini ikki vilja hava. Tað er okkara søguliga skylda at taka hendan møguleikan, segði Jeremy Corbyn.