Bergtóra Høgnadóttir Joensen
ABC inntrivini í gerandisdagin hjá pensjonistunum halda fram og versna. Pensjonistarnir eru og verða tey, sum skulu revsast fyri ovurnýtsluna. Hetta fáa enn einaferð staðfest í kunngerðunum sum eru til hoyringar við ovurstuttari frest.
Inntriv til í dag
Lat meg stutt nevna tær broytingarnar, sum eru framdar undir sitandi ABC-samgongu:
• Møguleikin hjá pensjonistum at fáa stuðul til vitaminir og kostískoyti er tikin burtur
• Egingjaldið til heiligvág er hækkað
• Stuðul til heiligvág er skerdur
• Fólk millum 67 og 70 ár sum fáa fólkapensjón, missa rættin til sjúkradagpening
• Gjaldið fyri uppihald á stovni er økt úr 10% upp 30 %, av inntøkuni fólk hava inntøku umframt pensjón.
• Stuðul til dagtilhald til eldri er tikin burtur
• Hækking av pensjónum fór úr 4% niður 3 %
• Pensjonistar skulu framhaldandi rinda til Heilsutrygd
• ...Umframt kunngerðirnar sum í løtuni eru til hoyringar um at pensjonistar sjálvir skulu rinda fyri heimahjálp. Hjá teimum sum bert fá pensjón og samhaldsfasta merkir tað eina eyka útreiðslu sum er 2000 kr mánaðarliga – ella ein hækking upp á 57 %.
Eru eingi mørk?
Eisini má eg nevna, at fleiri av uppskotunum ongantíð hava verið til hoyringar. Gildiskomurnar hava í fleiri førum verið fáar dagar eftir, at uppskotini eru samtykt av samgonguni. Kunngerðirnar sum kjakast verður um í løtuni koma í gildi góðar tvær vikur eftir hoyringsfreistina. Synd at siga, pensjonistarnir á nakran hátt kunnu tillaga seg avleiðingarnar av nýggju kunngerðiunum!
Pensjón til tey sum onga fáa
Í dag fáa tey á bústovnum onga pensjón, tey fáa lummapening ístaðin. Sera óvirðiligt heldur tjóðveldi. Talan er um fólk á ellis –og røktarheimum, Vistarheiminum, búfólk á psykiatriska deplinum og eisini fólk á bústovnum fyri fólk við menningartarni. Tjóðveldi vil gera sítt til – ikki minst í arbeiðsbólkinum um pensjónsnýskipanina - at eisini hesi fáa pensjón í framtíðini.
Pensjónsbólkurin
Tjóðveldi hevur áður markerað, at trupult er at vera í einum arbeiðsbólki við samgonguna um pensjónsnýskipan, tá samgongan ferð eftir ferð kemur við uppskotum, sum hava ávirkan á tilveruna hjá pensjonistum.
Kortini er greitt, at var tjóðveldi ikki í arbeiðsbólkinum so hevði samgongan borið fyribils arbeiðspappírini hja arbeiðsbólkinum um nýggju pensjónsskipanina niðan í tingið longu fyri jól.
Fyri tjóðveldi er m.a. alneyðugt, at pensjónsnýskipanin verður framd í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, um ein verulig nýskipan skal gerast veruleiki og verða væleydnað. Tí setti tjóðveldi hart móti hørðum, og úrslitið gjørdist, at samráðingarnar við partarnar á arbeiðsmarknaðinum halda fram.
Stúran fyri morgindegnum?
Samgongan ræðir við framdu og áhaldandi átøkum sínum verandi og komandi pensjonistar. Hetta er skelkandi viðferð. Hví skulu pensionistar okkara ikki gleða seg til morgindagin? Í verandi løtu tykist tað ikki at nerva samgonguna at pensjonistarnir bæði stúra og kenna seg ótryggar. Skal STÚRAN FYRI MORGINDEGNUM gerast stutta orðingin fyri seinna ABC-tíðarskeiðið?