Stóran týdning at avmarka rættin hjá útlendingum í Føroyum

Og tað ætlar samgongan at gera eftir ólavsøku

Mangt bendir á, at útlendingar hava ein veksandi áhugi í at keypa hús og jørð í Føroyum. Tí er tað av stórum týdningi, at vit seta reglur í verk, so at útendingar ikki kunnu keypa hús og jørð í Føroyum sum teir vilja.

Tað halda tingmenn hjá samgonguni.

Løgtingið viðger eitt uppskot frá Høgna Hoydal úr Tjóðveldi um at forða útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum.

– Føroyar eru eitt lítið land, so fara útlendingar í stórum tali at keypa fasta ogn í Føroyum, kann tað skjótt fáa munandi samfelagsligar avleiðingar

Men tinglimirnir í samgonguni taka kortini ikki undir við uppskotinum hjá Høgna Hoydal. Tey siga, at Løgmaður er í ferð við at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið sum avmarkar rættin hjá útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum og tð verir lagt fyri Løgtingið eftir ólavsøku. Og tá ið løgmaður er á veg í tingið við sínum uppskoti, halda tey ikki, at tað er neyðugt at samtykkja hetta uppskotið.

Les meiri Her. hvørt ár keypa útlendingar nøkur hús í Føroyum

Tinglimirnir í Javnaðarflokkinum og í Tjóðveldi, sum eru í andstøðu, vísa á, at Føroyar eru í teirri støðu, at binda vit ikki fyri, kunnu ríkir einstaklingar, ella fyritøkur, skjótt keypa heilar bygdir, býlingar, og enntá heilar oyggjar.

Í løtuni er einki yvirhøvur, sum forðar eini stórari, útlendskari, fyritøku, ella ríkum einstaklingi, at keypa stór jarðarstykki, ella meginpartin av húsunum í lítlari bygd ella oyggj og tað mugu vit binda fyri, halda tey.

Tey vísa eisini á, at ofta er tað ringt hjá fólki á útoyggj at ogna sær bústað á staðnum, tí fíggingarmøguleikarnir eru ikki so góðir. Tí halda tey, at vit mugu virka fyri, at tey fastbúgvandi ikki verða noydd úr síni heimbygd, tí ríkir einstaklingar, ella fyritøkur, keypa húsini at brúka sum summarhús og harvið tøma útoyggjarnar fyri fastbúgvandi.

Tey halda, at hóast hetta ikki er nakar serligur trupulleiki beint nú, er hetta eitt álvarsmál, tí lendið er avmarkað, og ongar reglur eru um keyp. Somuleiðis er áhugin vaksandi, eins og ferðavinnan er vaksandi, og Føroyar eru sum heild áhugaverdar fyri umheimin.

– Vit kunnu ikki altíð sammeta okkum við stór lond sum Spaniu, Turkaland, og onnur lond, tí føroyingar eisini eiga ognir uttanlands. Men Føroyar eru lítlar, og tí kann ein stórur partur av ognunum skjótt enda á útlendskum hondum.

– Vit eru viðbreknari enn størri tjóðir, og samanhangsmegin í samfelagnum viknar skjótt, skuldu vit komu í ta støðu, at alsamt fleiri ognir verða seldar útlendingum, og hús standa tóm næstan alt árið, siga umboðini fyri andstøðuna.