Stóran týdning fyri føroyska málið

– Hetta má vera avleiðingin av tí, at land og kommunur á sinni teknaðu hald, soleiðis at føroyskt fór út um Føroyar. Nú vísir tað seg, at fólk fylgja við okkum og okkara máli.

Soleiðis sigur Jonhard Mikkelsen, sum í gjár fekk Vigdísarvirðislønina fyri tað málarbeiðið, ið hann og Sprotin hava staðið fyri.

Vígdis Finnbogadóttir hevði 90 ára føðingardag í gjár, og tað var í tí sambandi, at málheiðurslønin varð latin á fyrsta sinni.

Í samrøðu við FM1 greiðir Jonhard Mikkelsen frá, at hann í fyrstani helt, at tað var onkur, ið spældi hund, tá hann varð uppringdur og fekk at vita, at hann skuldi fáa heiðursløn. Og tá tað seinni gekk upp fyri Jonhard Mikkelsen, at talan var um álvara, kom fjáltur á hann.

Og heiðurslønin hevur nógv at siga, metir Jonhard Mikkelsen.

– Eg veit ikki akkurát, hvønn týdning tað hevur fyri Sprotan, men fyri føroyskt mál hevur tað øgiliga stóran týdning, rokni eg við. Tað, at føroyskt er farið út um føroysku eingjargarðarnar og út í heim millum onnur fólk, er øgiliga stórt.

Sprotin hevur givið út um 400 bøkur, og um 20 orðabøkur eru í løtuni tøkar á heimasíðuni hjá Sprotanum. Orðabøkurnar verða dúgliga brúktar, sigur Jonhard Mikkelsen, sum ger greitt, at fleiri enn 60.000 brúkarar og fleiri milliónir leitingar eru hvønn mánaða.

 ##med2##

Trýst á pílin omanfyri og hoyr samrøðuna, ið Árni Gregersen hevði við Jonhard Mikkelsen á FM1.