Stórar grønar íløgur í Kina

Kina brúkar nú nógv meiri pengar til varandi orku enn onnur lond. Í fjør brúktu kinverjar 34,6 milliardir dollarar til íløgur innan varandi orku. Tað var 50 prosent meiri enn í 2008 og nógv meiri enn nakað av hinum londunum í G20-bólkinum.

Til samanberingar kann nevnast, at amerikonsku íløgurnar í varandi orku vóru 18,6 milliardir dollarar í fjør.

Pew Environment Group, sum júst hevur almannakunngjørt eina nýggja frágreiðing um tær grønu íløgurnar í Kina, sigur, at tann kinverski íløguvøksturin er so stórur, at Kina er av álvara vorðið oddaland innan grøna orkumenning.