- Hetta er ein framúrskarandi góð fløga, og ein, ið allir rokkelskarar kunnu njóta, um teir geva sær stundir og umstøður at seta seg niður og lurta, gjarna við tekstinum í hondini.
Tað sigur Niels Uni Dam, sum ummældi nýggju útgávuna hjá rockbólkinum Hamferð, í útvarpssendingini Brunsj í vikuni. Útgávan Evst fær besta skoðsmál frá Niels Una Dam.
- Hetta er eitt stórt verk, ið onkursvegna minnir meg um at lurta eftir einari opera. Her eru stórar kenslur og ein ræðulig søga, alt væl undirbygt at sera tungum og ógvisligum tónleiki, sigur Niels Uni Dam í sínum ummæli.
(mynd hamferð)