Hesa vikuna verður tað spælt í Champions League bólkaspælinum. Í gjárkvøldið vóru fleiri dystir spældir, og í kvøld vera so teir seinastu dystirnir á skránni í øðrum umfari av Champions League bólkaspælinum.
Á pappírinum er mest spennandi dysturin í kvøld í Madrid, har spanska stórfelagið Atletico Madrid, sum tvær ferðir hesi seinastu trý árini hevur verið í Champions League finaluni, tekur ímóti týsku meistarunum úr Bayern Munchen.
Eitt annað spanskt stórfelag skal eisini í eldin í kvøld. Tað skal FC Barcelona, tá teir á útivølli skulu spæla ímóti týska felagnum Monchengladbach í fyrsta umfarinum fekk bank á útivølli móti Manchester City. Hóast Barcelona verður mettur sum greiður favorittur, kundi tað væl hent at týska felagið kundi gjørt okkurt við spanska stórfelagið.
Í Skotlandi er eisini ein spennandi dystur á skránni, tá skotsku meistararnir úr Celtic á heimavølli taka ímóti vælkoyrandi Manchester City, sum higartil hava vunnið allar dystirnar undir nýggja spanska venjaranum, Pep Guardiola, har spælið hevur verið serstakliga sannførandi.
Í restina av dystinum eru lutfalsliga greiðir favorittar í flest øllum av teimum, hóast at okkurt óvæntað úrslit nokk skal fara at stinga seg upp.
Tríggir dystir síggjast í kvøld á Televarpinum. Tv3+ vísir dystin millum Monchengladbach og Barcelona, Tv3Sport1 vísir dystin millum Atletico Madrid og Bayern Munchen, meðan Tv3Sport2 vísir uppgerðina millum Celtic og Manchester City.
Dystirnir í kvøld sum allir byrja 19:45:
Bólkur A:
Arsenal – Basel
Ludogorets – Paris Saint Germain
Bólkur B:
Besiktas – Dinamo Kiev
Napoli – Benfica
Bólkur C:
Monchengladbach – Barcelona
Celtic – Manchester City
Bólkur D:
Atletico Madrid – Bayern Munchen
FC Rostov – PSV Eindhoven