Stórdystur í Paris

Mikukvøldið verður størsti dysturin europeiski fótbóltsdysturin í ár spældur í Paris. Arsenal og FC Barcelona hittast í finaluni í Champions League


Champions League er blivin størsta fótbóltskapping fyri europeisk feløg. Bara tey bestu feløgini við teimum bestu spælarunumm spæla við í hesari kappingini, og nú er komið fram til sjálva finaluna, sum skal spælast í Paris mikukvøldið.
Tað er ikki heilt óvæntað, at FC Barcelona er annað liðið í finaluni, tí liðið hevur alt hetta árið spælt framúr góðan fótbólt og hevur eisini vunnið sponsku landskappingina. Ronaldinho er stóra skapandi miðpunktið á liðnum, men liðið er á tremur við góðum spælarum.
Tað er meira óvæntað, at enska felagið Arsenal er komið so langt. Felagið hevur havt stórar trupulleikar av skaðum í ár, og tá ið felagið seldi Patrick Vieira, mundu tey fægstu rokna við, at liðið kundi spæla seg í finaluna í Champions League.
Men Wenger og hansara menn hava tikið øll á bóli, og tann eini sigurin, sum Wenger manglar í sínari tíð sum venjari hjá Arsenal, er nú bara 90 minuttir burtur.
 
Ymisk lið
Í fjør vann enska felagið Liverpool Champions League kappingina, og tað var eftir ein ótrúligan dyst ímóti AC Milan. Tað kann neyvan roknast við einum slíkum dysti í ár, hóast bæði Arsenal og Barcelona kunnu spæla væl.
Fyrrverandi hjálparvenjarin á danska a-landsliðnum, Keld Bordinggaard, segði sunnudagin við onside, at tað eru tvey ymisk lið, sum spæla ímóti hvørjum øðrum mikuvkøldið.
- Barcelona stendur fyri øllum tí, sum fótbóltur snýr seg um. Teir vilja hava bóltin, og teir vilja gera nakað við bóltinum. Arsenal spælir meira beinleiðis, men teir vísa, at beinleiðis fótbóltur eisini kann verða væl spældur og undirhaldandi, segði Keld Bordinggaard.
Dysturin ímillum Arsenal og Barcelona byrjar kl. 19.45 mikuvkøldið, og millum annað TV3+ sendir dystin beinleiðis.