Leygardagin klokkan 17 verður stórfingin konsert í Norðurlandahúsinum, har Eivør Pálsdóttir og íslendski KaSahópurin fara at spæla og syngja.
Hetta er eitt sjálvsagt høvi at hoyra Eivør Pálsdóttir, nú hon er aktuel við fløguni við DR BigBand, sigur Norðurlandahúsið
Í KaSahópinum eru fimm kvinnur: Nína Margrét Grímsdóttir, ið spælir klaver, Sif M. Tulinius og Helga Þórarinsdóttir, ið báðar spæla violin, Áshildur Haraldsdóttir, ið spælir floytu og Bryndis Björgvinsdóttir ið spælir cello.
? Tað er nakað heilt serstakt við Eivør. Hon er sum ein kamelón, ið skiftir ham.Við Clickhaze kann hon vera vill, sjálv ger hon inniligar kensluborin sangir, og nú hoyrist hon eisini í klassiskum høpi. Tað krevur eina sanna stjørnu, sigur Norðurlandahúsið!
KaSahópurinn varð stovnaður í 2001, og síðani hevur hann havt nógvar konsertir bæði í Íslandi og aðrastaðnis, eitt nú í Japan.
Á Føroyaferðini hjá Eivør og KaSahópinum, verður bara hendan eina konsertin, so tað ræður um at liggja framvið.
Atgongumerki fáast til keyps í Norðurlandahúsinum, og á Kunningarstovunum í Runavík og Havn.