List
Í dag læt stór listaframsýning upp við verkum eftir Mikines, ella Samuel Elias Fredrik Joensen, sum var hansara fulla navn. Tey umleið 100 verkini umboða fleiri tættir og tíðarskeið í stórfingna listaavrikinum hjá mykinesmálaranum.
Framsýningin verður hildin í sambandi við, at 23. februar í ár eru 100 ár liðin, síðan listamaðurin varð borin í heim í Innistovu í Mykinesi.
Hóast Mikines hevði ætlað sær tónleikin sum lívsstarv, so broyttust ætlanirnar, tá ið sviin William Gislander kom til Mykinesar at mála, tí at síggja svian skapa ein málning hugtók hann so mikið, at hann sjálvur fór at mála. Í hesum sambandi eru eisini verk hjá Gislander at síggja á sýningini, so at sjálvur íblásturin, sum setti listavirksemið í gongd hjá tí unga mykinesdreinginum, eisini sleppur upp í part.
Eins og føroysl listafólk flest fór Mikines at mála landslagsmyndir, har serliga føðioyggin, náttúran, fólkini og dramatiska veðrið vóru myndevni, sum við tíðini fingu daprari litir orsakað av vanlukkum og sjúkum.
Deyðin var ikki ókent fyribrigdi fyri Mikines, sum á ungum døgum misti pápa sín, yngri systkin og onnur bygdarfólk, ið sjólótust ella doyðu av tuberklum í bestu árum. Hóast henda tunga sorgin var persónlig og gjørdist eitt høvuðseyðkenni í verkunum hjá Mikines í 30unum, so var hon eisini almenn, tí ikki var óvanligt, at føroyingar sjólótust ella doyðu av tuberklum um hetta mundi. Tí kundi tað ikki undra nakran, at myrku og døpru myndir hansara vóru so beinraknar.
Mikines málaði mangar andlitsmyndir av kendum og minni kendum føroyingum og av familjuni og sær sjálvum, og vóru tær ikki minni livandi, hóast myrku litirnir, sum eyðkendu deyðsmyndirnar, eisini vóru umboðaðir her.
Málaði grindadráp eftir minninum í Keypmannahavn
Meðan Mikines var í Danmark, var alt samband millum Danmark og Føroyar kvett undir seinna heimsbardaga. Henda ósjálvbodna útlegdin og longsilin aftur til Føroyar fekk hann at fara undir sínar hugtakandi grindadrápsmálningar. Litirnir vóru ikki eins daprir og fyrr, men myndirnar vóru nógv ógvusligari, hvat rørslu og ferð viðvíkti. Tey longu og sveiggjandi pensilsstrokini vísa á, hvussu ódnarhugaðir og bráðsintir føroyingar kundu verða í grindadrápi.
Fleiri av hesum tættum eru sum nevnt við á framsýningini.
Helgi Fossádal, leiðari á Listasavni Føroya, greiðir frá, at Listasavnið eigur eini 60 verk av Mikines, men at øll hesi ikki eru við á framsýningini. Fleiri verk eru lænt frá peningastovnum, almennum stovnum og privatfólki, og sýningin er skipað og býtt í ymisk evni. Eitt nú eru tey døpru motivini av deyða og sjúku at síggja í einum rúmi, meðan landslagsmyndir, portrett og livandi myndir av føroyskum dansi og grindadrápi hanga í øðrum pørtum av framsýningini.
Helgi Fossádal, sum sjálvur hevur valt myndirnar út til framsýningina, greiðir frá, at Listasavnið roynir at leggja seg eftir at skipa fyri fleiri størri framsýningum og nevnir m.a. Munch-framsýningina herfyri, sum ein part í hesi røð.
Stórur áhugi hevur nevniliga verið fyri Mikines í fleiri ár, ið var ein av fyrstu føroyingunum, ið fóru at útbúgva seg innan myndlist, og hann var hin fyrsti føroyingurin, sum arbeiddi við myndlist burturav.
Fimur og fotomyndir
Umframt Mikinessýningar í Føroyum, hava eisini størri framsýningar verið fyriskipaðar t.d. á Den Frie í Keypmannahavn og í Vejle, og til stuttleika kann nevnast, at uppboðssølan Bruun Rasmussen 129 ferðir hevur havt málningar hjá Mikines á sølulistanum.
Tað er tó ikki bert málningar hjá Mikines, sum tey ið leita sær í Listaskálan í Havn sleppa at síggja. Eisini fotomyndir frá m.ø. Politiken við Mikines saman við t.d. Ingálvi av Reyni og Fraser Eysturoy eru at síggja, har teir skoða list, hanga málningar upp og onnur motiv eru at síggja.
Eisini verður ein áhugaverdur filmur vístur, ið sonur málarans, Kári Mikines, hevur sett saman. Umframt at síggja myndir av oynni Mykinesi og livandi myndir av málaranum sjálvum, eru eisini samrøður at hoyra við listamannin, har hann við humori og livandi frásøguhátti greiðir frá lívi sínum, sum tó ikki altíð var ein dansur á rósum. M.a. er tað hugtakandi at hoyra, at hann varð biðin at syngja yvir líki longu sum smádrongur, tí hann hevði so góða rødd.
Framsýningin er opin til 12. mars, á grækarismessu, í ár.
Á sjálvum 100 ára degnum tann