Stórhending ? LV eigur at fáa sín natúrliga lut aftur

Oddagrein

Føroyar gjørdust størri hósdagin, tá tað varð landfast millum Streymoynna og Vágar. Vágar eru nú ein partur av meginøkinum saman við Eysturoy og Streymoy. Gongur sum ætlan, verða Borðoy og Viðoy partur av føroyska meginøkinum um eini fimm-seks ár.

Sjálvandi er ringt at spáða um, hvønn týdning hetta nýggja samferðslukervið fer at fáa. Men einki er at ivast í, at tað fær stóran týdning fyri føroyskt vinnulív og mentanarlív. Handilslívið verður helst eisini ávirkað.

Men vit mugu vóna, at bøttir samferðslumøguleikar ikki fara at elva til eina størri miðsavnan enn vit hava sæð higartil. Kortini mugu rokna við, at tað verða nakrir deplar, og at eitt øki sum Skálafjørðurin verður sterkur og miðsvnandi í hesi gongd.

Tá síðsta skotið varð latið av hósdagin, høvdu vit samstundis prógv fyri, at tað letur seg gera at bora undirsjóvartunnlar í Føroyum. Ikki tí, tað er ikki øðrvísi enn at bora tunnlar á landi. Men tað skerst ikki burtur, at summi hava verið ivingarsom.

Harafturat vísir Vágatunnilin okkum, at íløgan í ein tunnilin er samfelagsliga bíligari í longdini. Kostnaðurin við øllum er mettur til umleið 200 mió.kr. Tað er kanska meiri enn ein nýggj ferja og ábøtur á ferjulegu kostar, men tunnilin skal ikki endurnýggjast sum so eftir einum 15-20 árum.

Ein slík meting liggur eisini til grund fyri samtyktini at gera ein undirsjóvartunnil undir Lorvíksfjørð. Ein nýggj ferja fer óivað at kosta helmingin ella meiri av tí sum ein undirsjóvartunnil kostar. Harafturat hevur eitt skipasamband altíð sínar avmarkingar - t.d. siglingartíðir og veður.

Eisini skulu vit hugsa um, at trygdin sum heild verður størri í Føroyum. Lættari verður at koma á Landssjúkrahús, lættari er hjá sløkkiliðum og bjargingarfeløgum at koma fram, um vanlukkur ella størri eldibrandar eru. So fyrimunirnir eru nógvir.

Alt Føroya land fegnast. Og tað er at fegnast um, at eitt sameint Løgting tók undir við Norðoyatunnlinum. Tí var tað ikki sørt tápuligt, og undir alla sóma, at sambandsmenn hildumeiri ella minni partapolitiskar valrøður á veitsluni í Miðvági hóskvøldið.

Einasta, vit kunnu harmast um, er, at Landsverkfrøðingurin líkasum varð tikin burtur úr verkætlanini at gera Vágatunnilin. Hesin føroyski stovnurin við nógvum royndum og stórari vitan eigur aftur at fáa sítt natúrliga lut, tá nýggjar verkætlanir á hesum øki skulu fremjast.

Tað kendist veruleikafjart tá felagskommunan í Vágum knappliga kom í fjølmiðlar við uppskotinum um ein Vágatunnilin fyri 15 árum síðani. Men tað, sum tá var veruleikafjart, er í dag veruleiki. Tillukku.