Stýrimaðurin er við aftur

Einasti spælarin hjá 07 Vestur, sum í fjør spældi alla kappingina á tamb, var sjúkur og ikki við í fyrsta umfari

Klokkan 15 verður fyrsti dystur í øðrum umfari í bestu fótbóltskappingini. Hann verður á Dungasandi í Sørvági, og tað skal valdast dystur. Tað eru tey bæði liðini, sum í fjør kvalifiseraðu seg at spæla í fremstu røð, sum hittast.

Felags fyri 07 Vestur og B68 er, at tað eru fleiri spælarar í hópunum, sum ikki hava so nógvar royndir í bestu deildini, og at málið fyri árið er, at tað skal eydnast at sleppa undan at flyta niður. Úrslitið av uppgerðini á Dungasandi í dag kann fara at vísa seg at hava stóran týdning fyri, hvussu endastøðan hjá hesum báðum liðunum fer at vera.

Í fyrsta umfari tapti 07 Vestur 2-0 á heimavølli ímóti B36. Tá var tað merkisvert, at Dann Fróðason ikki var á listanum hjá 07 Vestur. Í fjør var hann einasti spælarin hjá 07 Vestur, sum var á vøllinum í øllum 27 landskappingardystunum.

Ætlanin var, at 20 ára gamli Dann Fróðason skuldi vera í miðverjuni saman við yngra beiggjanum, 17 ára gamla Eiler Fróðason. Tað var av ongum, tí Dann var sjúkur og tískil ikki førur fyri at spæla. Hann hevur vant í vikuni, og seinnapartin verður hann í 07 Vestur miðverjuni.

Eisini Teitur Olsen er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið darvaður av vøddaskaða. Heine Mortensen (vøddaskaði) og Høgni Egilstoft Nielsen eru um at vera tøkir aftur. Høgni spældi ikki í fjør, tí krossbandið var slitið. Zoran Vujovic er ikki tøkur, tí hann er darvaður av vøddaskaða.

Aleksander Ó. Jensen er miðverji og liðformaður hjá uppflytarunum í B68, har tvíburabeiggin Bárður Ó. Jensen á miðvøllinum er ein av liðfeløgunum:

-4-0 tap á heimavølli ímóti KÍ var stórt tap, sum kanska ikki var heilt óvæntað. Tað kom illa við, at vit beinanvegin gjørdu sjálvmál. Ein av veikleikunum var, at samskiftið á liðnum ikki var nóg gott. Tað vóna vit verður betri, tá ið vit seinnapartin spæla ímóti 07 Vestur á útivølli. Hugburðurin var góður ímóti KÍ, og honum fara vit avgjørt at hava brúk fyri á útivølli ímóti 07 Vestur, sigur B68 liðformaðurin.

Hjarnar Johansen er skaddur í fótliðnum og ikki tøkur. Petur í Túni Petersen (fótskaði), Høgni Madsen (lærkrikin) og Helgi Johannesen (ryggurin) eru við aftur.

07 Vestur – B68: Eiler Rasmussen kl. 15.00.